Víkingur bjóðar KÍ av

2-0 tap í Sarpugerði ber við sær, at NSÍ nú er langt frá heiðursmerkjaplássi

Tað endaði við 2-1 heimasigri, tá ið Víkingur í góðveðrinum í kvøld hevði vitjan av NSÍ.

 

Sigurin ber við sær, at Víkingur styrkti um sína støðu á øðrum plássi og í kvøld minkaði um frástøðuna fram til KÍ, sum nú er sjey stig frammanfyri grannarnar í Eysturkommunu.

 

Tølini siga, at Víkingur hevði væl fleiri royndir ímóti málinum, og tríggjar ferðir raktu heimamenninir træverkið aftanfyri Karstin Hansen, sum aftur í kvøld vardi NSÍ málið.

 

NSÍ spælið var á ongan hátt eyðkent av tí hugflogi, sum teir í Runavík ofta hava víst. Tað vóru nógvar bóltflytingar, men tað var sjáldan, at tað eydnaðist at bróta keturnar hjá Víkingi og at leggja innfyri til Klæmint A. Olsen

 

Sum so mangan áður, so átti Sølvi Vatnhamar stóran leiklut, tí hann skoraði bæði málini hjá Víkingi:

 

-Vit spældu væl og vunnu okkum til nóg nógvar møguleikar fyri at vinna tryggan sigur. Tað eydnaðist bara at skora tvey mál, og so varð tað eitt sindur stressað, tá ið Tróndur Jensen setti bóltin í málið úr stórari fjarstøðu. Teir royndu við longum sendingum, sum kundu havt vandamiklar støður við sær í okkara brotsteigi, men tíbetur megnaðu vit at rudda burtur, sigur Sølvi Vatnhamar, sum eftir ein tíma stútaði bóltin í málið eftir innlegg úr høgru frá Jákupi Johansen, og sum tríggjar minuttir seinni umsetti brotsspark til mál.

 

NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen var vónbrotin:

 

-Stóran part av tíðini var spælbýtið ikki so ójavnt. Stóri trupulleikin er, at vit ikki megna at spæla okkum til málmøguleikar. Tað hava vit áður megnað, og vit hava áður skorað nógv mál, so tað eiga vit at finna aftur. Tað snýr seg um at arbeiða seg úr hesi støðuni, og tað fara vit at royna, sigur Klæmint A. Olsen.

 

2-1 heimasigurin ber við sær, at Víkingur hevur 34 stig fyri 15 dystir, og NSÍ hevur 27 stig fyri 16 dystir.