Havandi í huga, at Víkingur av álvara hevur fingið fótin fyri seg og ikki er til at steðga hjá hvørki høgum og lágum, er lítið hugsandi, at 07 Vestur skal vera nøkur verulig hóttan, nú liðini møtast í Sarpugerði í dag.
Víkingur stormar fram og vinnur alt, sum vinnast kann, og hóast 07 Vestur megnaði 2-2 í Gøtu, tá liðini hittust har fyrru ferð í ár, eru ikki serliga stór líkindi fyri, at tað endurtekur seg. Tá var Víkingur í aldudalinum, men sær út til at trívast á aldukambinum nú.
Finnur Justinussen, Filip Djordjevic og restin eru væl fyri at spæla ágangandi álopsfótbólt, so hetta kann gerast stórsigur, hóast Kaj Leo í Bartalsstovu ikki er við, tí hann er til royndarvenjing í Lyngby, og at Sam Jacobsen er farin niðuraftur, og Dánjal Pauli Lervig hevur karantenu fyri fimm uppsamlað gul kort.
Allarhelst fer Víkingur at skapa og mynda dystin, meðan vónin hjá 07 Vestur verður, at okkurt kanska kann fáast burtur úr mótálopum. Vágamenn kunnu verja seg til eitt gott úrslit, men alt peikar á, at Víkingur kann seta sær trý stig á kontuna.
Klokkan 15: Víkingur-07 Vestur (Dagfinn Forná)