Víkingur er ársins Ítrótta FELAGSSKAPUR 2022

Á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF í Norðurlandahúsinum, sum eru í kvøld, vann Víkingur heitið sum ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022

Mynd: (Álvur Haraldsen)

Á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF verður stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, viðurkent við heiðurslønini ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022. Her ber til at skjóta upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

 

Víkingur var í uppskoti saman við Royn og H71. Um Víking verður sagt:

 

Víkingur hevur seinastu árini veruliga torað at sett sær stór mál – við at satsa uppá egnar leikarar og venjarar, og allir venjarar hjá børnum og ungum eru sjálvboðin, og netupp tað sjálvbodna arbeiðið er nakað, ið eyðkennir Víking.

 

Eisini hevur man í fleiri ár lagd stóran dent á at hava breiddini við, so langt upp sum møguligt. Av tí at fólkagrundarlagið ikki er serliga stórt (2272 fólk), so er tað jú av stórum týdningi, at fráfallið er so lítið sum møguligt, tí tá eitt lið skal mannast til heilan vøll við 11 leikarum (og fleiri á bonkinum), so er brúk fyri øllum.

 

Hetta hevur givið úrslit, tí Víkingur er tað felagið, ið hevur flest leikarar skrásettar í mun til fólkatalið í økinum/kommuni (458 skrásettir spælarar). Heili 20 % av fólkinum eru skrásett sum virknir fótbóltsspælarar.

 

Felagið hevur eisini fingið góð úrslit, og hevur m.a. í ár vunnið kappingina um Løgmanssteypið ímóti KÍ við so at siga bert føroyskum leikarum, har nógv teir flestu eru uppvaksnir í felagnum. Víkingur endaði eisini á 2. plássi í landskappingini.

 

Í Víkingi leggja tey dent á at dyrka ein góðan felagsskap, tí tey bjóða eitt gott og seriøst tilboð til børn, ung og vaksin í nærumhvørvinum, og tí at tað er ein felagsskapur, har tað er pláss fyri øllum.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen)