Í morgin er hátíðardagur í Klaksvík. FM-vinnararnir, KÍ tekur ímóti Víkingi á vøllinum við Djúpumýru. Aftaná dystin fær KÍ FM-steypið handað triðja árið á rað.
Víkingur er í kapprenning við B36 og HB um at tryggja sær silvurheiðursmerki, og harvið atgongd til Europa Conference League undankappingina komandi summar.
Víkingur hevur vunnið 12 dystir á rað í Betrideildini, meðan KÍ hevur ikki verið líka sannførandi í Betrideildini, sum teir hava verið í teimum evropeisku dystunum.
Einasti dysturin
Níggju veddingarfyritøkur sum lata odds upp á dystin millum KÍ og Víking hava Víking sum ein lítlan favoritt til at vinna dystin.
Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ eru 3,39.
Miðaloddsini upp á útisigur til Víking eru 1,91.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið er nóg hjá Víkingi at fáa heiðursmerki, um HB vinnur á EB/Streymi við færri enn sjey málum eru 3,64.
HER eru oddsini:
##med2##