Nú klokkan 15 fer Rúni Gaardbo at bríksla fyri fyrstu ferð í Sarpugerði, har Víkingur hevur vitjan av TB. Í teimum trimum umførunum síðani á ólavsøku hevur TB einki stig vunnið. Eitt nú tapti TB 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi.
Hjá Víkingi hevur ligið væl fyri eftir summarsteðgin. Umframt ímóti TB hevur Víkingur vunnið 2-1 á heimavølli ímóti KÍ.
Hjá TB er miðverjin Aron Sørensen leikbannaður, og miðvallararnir Nikolei Johannesen og Markus Thorberg eru ikki á listanum.
Liðformaðurin Salmundur Bech er tøkur aftur eftir skaðasteðg.
TB hevur seks blaðungar spælarar á beinkinum.
Hjá Víkingi er tað stórur smeitur, at miðvallargeneralurin Géza Dávid Turi er leikbannaður. 19 ára gamli Páll Eirik Djurhuus er fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu. Hann er fýra ferðir áður skiftur inn á besta liðið hjá Víkingi. 17 ára gamli Árni Nóa Atlason er eisini millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur tríggjar ferðir áður verið millum teir fyrstu ellivu og sjey gerðir er hann skiftur inn.
Víkingur hevur bara tríggjar spælarar á beinkinum í dag – Martin Klein Joensen, Olaf Bárðarson og Ara Olsen.
Víkingur – TB: Rúni Gaardbo kl. 15.00.