Víkingur fekk nýtt skot fyri bógvin

Kvinnur: KÍ legði seg í kvøld við trivaligum sigri í Sarpugerði upp á síðuna av NSÍ í kappingini um at vinna FM

Í gjárkvøldið vóru tað KÍ menninir, sum fóru úr Sarpugerði við trimum stigum, og í kvøld eru tað KÍ kvinnurnar, sum rigga til at fara úr Sarpugerði við trimum stigum.

 

KÍ kvinnurnar vunnu 3-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Úrslitið ber við sær, at NSÍ og KÍ hava 40 stig, og Víkingur hevur 37 stig. Tað eru hesi trý feløgini, sum eru við í FM stríðnum. Endaspælið er nú trý umfør gamalt, og tað resta trý umfør.

 

Mánadagin vera tveir dystir. Tað verður toppdystur í Runavík, har KÍ verður gestur hjá NSÍ, og HB fær vitjan av Víkingi.

 

Eyðvør Klakstein legði í kvøld KÍ á odda, tá ið hon í 24. minutti var leys mitt fyri og níggju metrar úr málinum. Tóra Mohr átti uppleggið, og møguleikin stóðst, tá ið KÍ pressaði Víking, sum á egnari hálvu royndi at vinna seg í álop.

 

KÍ verjan var sera trygg. Tað bar við sær, at heimaliðið hevði ilt við at vinna seg til upplagdar málmøguleikar. Tó hevði Lea Lisberg góðan møguleika, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, men Óluva Allansdóttir Joensen var trygg í KÍ málinum.

 

Og í næsta minutti økti KÍ um munin til 2-0. Álopsspælið hjá KÍ var í løtum hugflogsríkt og neyvt, og í hesum førinum var tað Eyðvør Klakstein, sum í rættum Laudrup stíli sendi bóltin millum fleiri mótstøðuspælarar og inn um verjuna, har Tóra Mohr mitt fyri málinum sendi bóltin millum beinini á málverjanum.

 

Og tíggju minuttir seinni varð 3-0 KÍ sigurin staðfestur, tá ið Sólja Ernstsdóttir breyt ígjøgnum í høgru, og ein av verjuspælarunum var óheppin at stýra bóltin í egið mál, tá ið tað varð lagt innfyri.

 

NSÍ32101051440
320187740
Víkingur3021841237
HB3012581827