Víkingur fingið sín profil

Formaðurin var bangin fyri, at koyring fór at verða ein trupulleiki

Hallur Hansson hevur skift til Víking. Tað kundi in.fo avdúka fyrr í dag. Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, var í iva um tað fór at eydnast at fáa landsliðsmiðvallaran skifta til Víking.

 

Les eisini: Hallur til Víking

 

-       Hallur heldur til í havnini og tí er nærlagt hjá honum, at velja okkurt av feløgunum har. Eg væntaði at koyringin fór at verða ein trupulleiki, men vit fegnast um at Hallur hevur valt Víking, sigur Brandur Jacobsen við in.fo í dag.

 

Les eisini: Hallur til Víking ella B36

 

Formaðurin í Víkingi hevur meldað út, at felagið hevur sett sær sum mál at røkka oddinum í landskappingini. Tí var týdningarmikið at fáa ein profil á liðið, eftir at spælarar sum Kaj Leo í Bartalsstovu og Jann Ingi Petersen hava skift til onnur feløg.

 

Les eisini: Her endar Hallur

 

-       Vit hava mist nakrar spælarar og tí var tað tydningarmikið fyri okkum, at fáa ein profil á liðið. Vit hava eins og nøkur av hinum liðnum sett sum mál at røkka oddinum. Hetta er eitt stig á leiðini, sigur formðaurin í Víkingi.

 

Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála. Tað hevur ljóðað, at Hallur ynskir at kunna skifta í summar, um boð eru eftir honum uttanlands.

 

-       Tað er ikki ein treyt í sáttmálanum, at Hallur kann sleppa leysur í summar, men um tann støðan íkemur, so finna vit eina loysn, sigur Brandur Jacobsen víðari.

 

Sambært formanninum ger Víkingur ikki nógv afturat í hesum flytingarvindeyganum. Felagið hevur Eric Bassombeng úr Kamerun til royndarvenjingar.

 

-       Eg vænti ikki vit gera nógv afturat. Nú fáa vit at sígga við Eric Bassombeng, men um tað ikki verður gjørdur sáttmáli við hann, so vætni eg ikki vit gera meir, sigur Brandur Jacobsen at enda.

 

In.fo skilir úr Gøtu og Leirvík, at Eric Bassombeng ikki hevur víst nakað serligt í venjingardystum og venjing í Víkingi. Tí tykist tað ósannlíkt, at hann heldur fram í felagnum.