At tað stendur væl til við fótbóltinum í Eysturkommunu, og at fótbólturin av álvara er við at styrkja lokala samleikan var aftur staðfest í dag, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá HB.
Úrslitið í Sarpugerði var 6-0 heimasigur ella eitt egg, sum tað verður nevnt í tennis, tá ið annar parturin vinnur eitt sett, uttan at mótstøðuparturin megnar at vinna nakað stig. Sigurin ber við sær, at Víkingur hevur 52 stig og er á silvurplássinum. TB hevur eisini 52 stig, men málmunurin hjá Víkingi er +39, og hjá TB er hann +31.
Á liðnum hjá Víkingi í dag vóru bara lokalir spælarar, og teir skoraðu tvey mál í fyrra hálvleiki og fýra í seinna hálvleiki.
Ingi Jonhardsson, sum er fastur maður á listanum hjá besta liðnum, setti hol á í 8. minutti. Hann var á vøllinum, inntil tað restaðu 20 minuttir, og hann verður aftur á listanum í morgin, tá ið besta liðið hjá Víkingi fer suður á Argir at spæla. Hetta var aðru ferð í ár, at Ingi Jonhardsson var málskjútti í næstbestu deildini í ár.
Signar á Brúnni økti til 2-0, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Eisini hann er fastur maður á listanum hjá besta liðnum. Hetta var triðja ferðin í ár, at Signar á Brúnni var málskjútti á næstbesta liðnum. Øll málini eru skorað nú fram ímóti kappingarenda.
Bergur Jákupsson Poulsen økti tríggjar minuttir eftir hvíldina um munin til 3-0. Hann hevur nú skorað fýra mál í næstbestu deildini í ár.
Tá ið ein tími var farin, varð Magnus Heinason skiftur inn á liði hjá Víkingi, og tveir minuttir eftir innskiftingina økti hann um munin til 4-0. Tríggjar minuttir seinni skoraði Runar Skylv Stølen og so var 5-0. Hetta var fyrsta málið á næstbesta liðnum hjá 18 ára gamla Runar Skylv Stølen, sum er ættaður úr Danmark.
Tveir minuttir undan leikloki varð Magnus Heinason tvífaldur málskjútti. Hann hevur nú skorað seks mál í næstbestu deildini í ár.
HB er á sjeynda plássi við 30 stigum. Í síðsta umfari fær HB fríggjadagin vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Víkingur fer fríggjakvøldið eisini at spæla í Gundadali, tá ið B36 verður vertur.