Hóast líkindini ikki eru nakað serlig, so er eingin ivi um, at dysturin, sum er ásettur at vera í Sarpugerði í kvøld, verður spældur soleiðis, sum tað er ásett. Rói Jacobsen fer at bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 18, og tað ber til at fylgja gongdini bæði á Rás2 og her á in.fo.
Leygarkvøldið var fagnaðurin stórur í víkingaleguni, eftir at tað við sera sannførandi 2-0 sigri á EB/Streymi hevði eydnast at vinna steypafinaluna. Hetta var triðja ferðin, at unga felagið vann løgmanssteypið, og harvið staðfesta tølini, at talan er um ungt og sigursvant felag.
Hesa ferð er talan um grannauppgerð. NSÍ vitjar í Sarpugerði, og allir teir, sum seinastu vikurnar hava tænt Heðini Askham, eru tøkir. Felags fyri NSÍ og Víking er, at feløgini fyrr í summar – og uttan stórvegis dramatikk – skiftu venjara. Síðani Heðin Askham settist við stýrisvølin í Runavík hevur tað roynst væl. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan verið sjey stig.
-Eg hevði ábyrgdina á Svangaskarði í seinnu hálvfinaluni ímóti Víkingi, sum endaði 1-1. Tá var eg ikki nøgdur við avrikið. Serliga í 1. hálvleiki var tað ikki nóg gott. Vit runnu ov nógv aftaná teimum, og harvið vóru tað teir og ikki vit, sum stýrdu tí, ið gekk fyri seg. Eftir steðgin var tað munandi betri. Um vit skulu síggja nakað positivt í tí avrikinum, so er tað, at tað eydnaðist at røkka javnleiki, hóast vit ikki spældu væl, sigur NSÍ venjarin.
Leygarkvøldið var Heðin Askham eygnavitni til steypafinaluna:
-Síðani Sam Jacobsen og Sølvi Vatnhamar eru komnir aftrat, er liðið styrknað munandi. Liðið er tilvitað um at halda tætt í verjuni, og hóast teir ikki leypa á við so nógvum monnum, so eru teir sera vandamiklir, og nú hevur Finnur Justinussen fingið hol á aftur. Vit vita, hvat tað snýr seg um, men vit halda okkum eisini at hava okkara møguleika, sigur NSÍ venjarin.
Sigfríður Clementsen og Víkingur ríða rættuliga á aldukambinum. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur liðið vunnið fulla úrtøku í landskappingini – eitt nú 3-1 sigur á oddaliðnum HB í Gundadali – og krúnan á verkinum var sigurin í steypafinaluni síðsta leygarkvøld. Víkingur er tvey stig frá bronsuplássinum, men tá skal havast í huga, at liðið eigur ein dyst á ímóti 07Vestur á útivølli.
NSÍ venjaranum nýtist ikki at tosa við sínar menn um, hvussu teir skulu byrgja upp fyri Sam Jacobsen. Hann er farin av aftur landinum í lestrarørindum og verður tískil ikki við í kvøld. Sannlíkt er tað, at Hanus Jacobsen verður á sentrala miðvøllinum, og at Dánjal Pauli Lervig verður á vongverjanum í vinstru.
Tá ið NSÍ í fyrsta umfari vitjaði í Sarpugerði, vann heimaliðið 2-1. Finnur Justinussen skoraði bæði málini. Tá ið Víkingur í 10. umfari var í Runavík, vann NSÍ 3-0. Síðstu løtuna spenti Víkingur álopsbogan, og tá skoraði NSÍ tvær ferðir.
Víkingur-NSÍ: Rói Jacobsen fríggjadagin klokkan 18.00.