Víkingur vann á Skála

Eitt mál varð skorað í hvørjum hálvleiki undir Mýruhjalla

Tað var grannauppgerð undir Mýruhjalla á Skála í dag. Víkingur vann 2-0 ímóti Skála, sum framvegis bíðar eftir nýggja danska venjaranum. Hann kemur til Føroya í morgin.

 

Víkingur skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki. Tað fyrra skoraði Martin Klein Joensen í 11. minutti, og tað seinna skoraði Sølvi Vatnhamar tíggju minuttir eftir steðgin.

 

Skála spældi við einum liði í fyrra hálvleiki og mest sum einum øðrum liði í seinna hálvleiki:

 

Skála í 1. hálvleiki: Andreas Hansen – Teitur R. Joensen, Vukasin Tomec, Jákup Jakobsen, Mikal á Reynatrøð – Pætur Dam Jacobsen, Jákup Joensen, Jan Ingason Hansen – Martin Johansen, Christian, Poul Kallsberg

 

Skála í 2. Hálvleiki: Jákup Nolsøe Olsen – Teitur R. Joensen, Karl Martin Johansen, Evin Rasmussen, Bjarti Thorleifsson – Pætur Dam Jacobsen, Julian Mikkelsen, Emil Weihe Joensen – Kristian Martin Jakobsen, Dávid Johansen, Ari Ó. Ellingsgaard

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Arnbjørn Svensson, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Géza David Turi, Noah Mney, Sølvi Vatnhamar – Olaf Bárðarson, Martin Klein Joensen, Rani Hansen

 

Innskiftarar hjá Víkingi: Jákup Andrian Thomsen, Áki Magnussen, Páll Erik Djurhuus, Bergur J. Poulsen, Elias Isaksen, Ingi Arngrímsson