Víkingur og B68 hava spælt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
Víkingur vann allar tríggjar dystirnar. Tað var ikki fyrrenn í seinasta minuttinum í tí triðja og seinasta dystinum, at tað eydnaðist B68 at skjóta mál móti Víkingi.
Sostatt var samlaða úrtøkan níggju stig til Víking, og einki stig til B68 í teimum trimum innanhýsis dystunum.
Málúrtøkan gjørdist 7-1 til Víking.
Víkingur-B68 2-0 (0-0) - 1. apríl
1-0 Finnur Justinussen (54.)
2-0 Poul Kallsberg (68.)
Víkingur-B68 3-0 (2-0) - 23. juni
1-0 Olaf Bárðarson (2.)
2-0 Sølvi Vatnhamar (37.)
3-0 Jørgen Nielsen (77.)
B68-Víkingur 1-2 (0-1) - 15. september
0-1 Jørgen Nielsen (22.)
0-2 Sølvi Vatnhamar, br. (51.)
1-2 Hjalti Strømsten (94.)
Kelda: FaroeSoccer