TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Brand Jacobsen, formann í Víkingi í formansrundini á Rás2.
Brandur er fegin um enn eitt steypagull, og ein minniligan javnleik á útivølli ímóti Rosenborg í Europa League, men staðfestir, at enn einaferð var tað ikki optimalt hjá Víkingi í landskappingini, har tað bleiv til enn eina bronsu í søgu felagsins. Tó er Brandur glaður um, at Víkingur hevur sett málmet í søgu felagsins, umframt stigamet, og so er Víkingur eisini eitt ósigrað lið á heimavølli í effodeildini í ár.
Tey vilja tó á ovastu rók í Eysturkommunu, og tað er tað, sum strembað verður eftir komandi kappingarár. Men, sum Brandur staðfestir, at tað verða uttan iva fleiri lið um boðið, men óannsæð, so verður FM málsetningurin hjá Vikingi í 2016.
(Mynd: vikingur.fo)