Tað vóru teir báðir Petur Slyne og Petur Mohr Reinert, sum í januar í 2000 góvu út fyrsta eintakið av blaðnum. seinni varð tað selt til P/F Vinnuvitan, sum so aftur varð selt til Dimmalætting.
Í desember í 2008 fóru bæði Vinnuvitan og VikuBlaðið á húsagang, eftir at Dimmalætting hevði rikið tey í níggju mánaðir.
Petur & Petur gjørdu eina roynd at geva blaðið útaftur í 2010, men seldu VikuBlaðið til Miðlahúsið 2. juni í fjør – og fyrsta blaðið kom úr Miðlahúsinum 6. juni.