Bygningurin Yviri við Strond, ið Fiskimálaráðið hevur húsast í, hevur staðið til leigu í eina tíð, aftan á at Fiskimálaráðið flutti út vegna ringa inniluft.. Men nú er funnin til størsta part av bygninginum, sigur Finnbogi Arge úr P/F Meinhard Arge, ið eigur bygningin.
Illgruni var um, at soppur var orsøk til ringu inniluftina. Men eitt danskt serfrøðingalið hevur kannað húsini og er komið til tað niðurstøðu, at eingin soppur er í húsunum. Serfrøðingarnir komu harumframt við uppskotum um ábøtur, ið kundu bøta munandi um inniluftina. Hesar ábøturnar verða nú gjørdar.
Men í komandi árið verður aftur virksemi í húsunum. Tá Petur & Petur og Vikublaðið flyta inn. Karmarnir har hesar fyritøkur húsast eru vorðnar ov trongar, og hetta er beinleiðis orsøkin til at tær flyta, sigur Árni Arge stjóri við Sosialin.
Hann sigur, at hetta sjálvandi eisini gevur møguleika fyri, at tey kunnu vaksa um virksemið. Árni Arge keypti herfyri ein triðing av Reklamuvirkinum.
Reklamuvirkið Petur & Petur er marknaðarráðgevi fyri fyritøkur og stovnar og framleiða og umsita grafiskar uppgávur og prentlutir, umframt samskipa og seta upp messubásar og framsýningar. Felagið varð stovnað í 1999 og hevur í dag 12 fólk í starvi. Hartil egur virkið eisini Vikublaðið, sum rekur blaðvirksemið og ferðaskrivstovuna VikuTur.
P/F Meinhard Arge seldi bilasøluna her fyri, men valdi framhaldandið at hava bygningin Yviri við Strond. Felagið hevur síðan tá keypt hornastykkið við síðuna av bygninginum og stykkið aftan fyri bygningin. Ætlanin er at seta okkurt á stykkið, men enn er avgerð ikki endaliga tikin um, hvat talan verður um.
Enn er heldur ikki endaliga avgjørt hvat virksemið, P/F Meinhard Arge skal fáast við í framtíðini. Men tað kann hugsast, at felagið fer at húsast á ovastu hædd úti við Strond, sigur Finnbogi Arge, ið tó vísir á, at í løtuni er tørvurin á skrivstovu ikki so stórur, eftir sum hann er einasta starvsfólk hjá felagnum.