Vikuskiftið í París

Lokkandi ferðamál til vikuskiftisferðir

Sakaris Frederiksen frá Fonn Flog er í Paris í samband við, at Atlantsflog byrjaði nýggja rutufúgving. Hann er hugtikin av býnum og heldur, at hetta er eitt spennandi ferðamál til føroyingar.

Paris er í hjartanum av Europa og gevur alskins møguleikar til ferðandi. Býurin sjálvur hevur ein hóp av áhugaverdum støðum at síggja. Nógvir kendir listamálarar hildu til í Paris og franska kollveltingin hevur havt stóra ávirkan á, hvussu vit hava skipað okkara fólkaræði í vesturheiminum.

Sakaris er vanur at skipa fyri ferðum fyri Fonn Flog og heldur, at Paris er eitt lokkandi ferðamál fyri føroyskar bólkar, ið hava hug til eina vikuskiftisferð. Flogið verður mánadag, mikudag og fríggjadag, so tað er væl hóskandi til eina vikuskiftisferð, har tú fert úr Føroyum fríggjadag og kemur heim aftur mánadag.

Fonn Flog hava longu nøkur tilboð um pakkaferðir og roknar við, at áhugi verður hjá  familjum við børnum at fara beinleiðis úr Vágum at vitja í Disneyland.

Síðani nevnir hann møguleikan at brúka Paris sum millumstøð á veg til onnur ferðamál. Charles De Gaulle floghavnin er tann næststørsta í Europa og hevur beinleiðis flogsamband til nógv støð í heiminum, og við samstarvinum millum Atlantsflog og Air France tryggjar tað ferðandi føroyingum eitt gott og ómakaleyst tilboð.

Saman um tikið er hann spentur um nýggja ferðamálið og , hvussu føroyingar fara at taka ímóti tí.