Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður kalt um vikuskiftið, og tað kemur nakað av kavaavfall.
DMI sigur, at í dag verða 8-13 m/s av norði og útnyðringi, seinni 5-10 m/s. Samdrigið og einstøk kavaæl, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin verður millum 3 kuldastig og 2 hitastig. Í nátt minkar vindurin niður í 3-8 m/s av norði, tað verður klárari, og tað koma bert einstøk kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 5 kuldastig.
Sunnudagin verður lítið lot, 5 m/s, av norði, seinni 3-8 m/s av landsynningi. Nakað av sól, og kavaæl í støðum. Hitin millum 2 kuldastig og 4 hitastig. Um náttina niður í 4 kuldastig.