Vikuskiftissendingin í Kvf fer í søguna

Vit takka fyri okkum. Soleiðis byrjar annar verturin í Vikuskiftissendingini í Kvf, Leivur Thomsen, sítt skriv á facebook í dag.

Manningin á Vikuskiftissendingini, Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen, takka nú fyri seg eftir 6 ár. Vit vilja við hesum takka øllum tykkum lurtarum, sum hava notið fríggjadagsløturnar upp undir vikuskiftið saman við okkum. Vit vilja eisini takka trúgvu heimildarfólkunum hjá sendingini, umframt tykkum, ið hava luttikið sum gestir. Facebooksíðan "Vikuskiftissendingin" er nú ikki longur partur av sendingini. Vit vilja eisini nýta høvið til vinarliga at heita á fólk um ikki at senda fyrispurningar til okkum í sambandi við sendingina, skrivar Leivur Thomsen.

 

Um hetta hevur við ætlaðu sparingarnar hjá Kringvarpinum , sigur Leivur Thomsen onki um.

 

Leiðslan í KVF hevur gjørt av at seta annan vert í sendingina. Gott summar øll, skrivar Leivur Thomsen, og eftir viðmerkingunum at døma, sum eru komnar undir skrivið hjá Leivi Thomsen, so er hetta ikki nakað, sum bara fer framvið hjá føroyska lurtaranum, tí rættilga nógv viðmerkja.

 

Ja, aðrir bollar..., endar Leiviur Thomsen, og sipar til eyðkennislagið í sendingini, sum rættiliga fekk mong at smílast, og kanska onkran at argast.  Í øllum førum er alt hetta nú søga ella útvarpssøga.

 

Hevur ein hug at hoyra lagið enn einaferð, so er tað her:

 

Salhuskvintetten - Når papen kjem heim.wmv - YouTube