Vil avtaka orðið »ríkisfelagsskapur«

Ríkisfelagsskapurin fjalir yvir eitt danskt yvirharradømi, heldur grønlendski uttanríkisráðharrin, Pele Broberg

Grønlendski landsstýrirsmaðurin í uttanlandsmálum, Pele Broberg, á veg á fund í Eigtveds Pakkhúsi í Keypmannahavn 17. mai 2021. (Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix) - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Pele Broberg, vil hava orðið »ríkisfelagsskapur« avtikið, tí tað sambært honum er eitt skálkaskjól fyri donskum yvirharradømi yvir Grønlandi.

Hann ætlar sær ikki longur at brúka orðið um viðurskiftini millum Danmark og Grønland.

Tað sigur Pele Broberg í samrøðu við danska blaðið Berlingske.

– Tað er eitt týdningarmikið kjak. Orðið bendir líkasum á, at vit eiga hann øll í felag. Men tað gera vit jú ikki. Tað er Danmark, sum eigur ríkisfelagsskapin, sigur hann.

Ríkisfelagsskapurin er eitt heiti fyri viðurskiftini millum teir tríggjar partarnar í danska kongaríkinum, Danmark, Grønland og Føroyar.

Hugtakið stendur ikki í Grundlógini, men verður oftast brúkt, eitt nú í politiskum røðum.

– Trupulleikin er, at tað gera alt tað lógligt, sum Danmark gjørdi í 1953 og heldur uppá, at vit hava verið felags um alt, men tað hava vit jú ikki, sigur Broberg um grundlógarbroytingina í 1953.

Tann broytingin endað grønlendsku støðuna sum hjáland.

Broberg dámar betur lýsingina »danska kongaríkið«, tí tað er greitt, hvør ið hevur valdið, sigur hann við Berlingske.

Harvið kunnu vit eisini sleppa undan, tað sum hann kalla »misskiljingar«, sum tá fyrrverandi forsetin, Donald Trump, bað Danmark um at sleppa at keypa Grønland.

Tað var í august í 2019, tá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, skjótt gjørdi greitt, at Grønland ikki var til sølu. Hon kallaði samstundis hugtakið »absurd«.

Hendan avvísing gjørdi, at Trump avlýsti ætlaðu ferðina til Danmarkar.

– Grønland er ikki ein nátúrligur partur av Danmark. Tað er eitt fyrrverandi hjáland, og tað er tað, sum er tilknýtið. Tað er tað, sum Trump ikki skilti, sigur Pele Broberg við Berlingske.

Í juni varð gjørt av, at Grønland hereftir skal vera fyrst at skriva undir skjøl og úttala seg í Arktiska Ráðnum.

Tað var »eitt stórt cadeau til tað, eg havi gjørt«, heldur Broberg.

Yvir fyri Berlingske leggur hann dent á, at tað eftir hansara hugsan bara er ein spurningur um tíð, til Grønland tekur yvir limaskapin í ráðnum frá Danmark.

Pele Broberg heldur at eitt framtíðar sjálvboðið samstarv millum londini kann gerast í eini free association-avtalu.

Tað er ein avtala millum tveir sjálvstýrandi statir, ofta eitt fyrrverandi hjáland og eitt fyrrverandi hjálandaveldi, har fyrrverandi hjálandaveldið átekur sær fleiri ríkisábyrgdarøkið fyri tað fyrrverandi hjálandið.

/ritzau/

 

 

 

Grønlendski landsstýrirsmaðurin í uttanlandsmálum, Pele Broberg, á veg á fund í Eigtveds Pakkhúsi í Keypmannahavn 17. mai 2021. (Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix) - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix