Vil bera skjótt at

Sendinetið hjá Kringvarpinum er partur av samgonguskjalinum, og Kristina Háfoss setti longu fyrsta dagin arbeiðsbólk at gera tilmæli um hetta

Sjónvarp

 

Mest sum í somu løtu, sum Kristina Háfoss varð sett í starv sum landsstýriskvinna í skúla- og mentamálum, fekk hon ein akuttan trupulleika at taka støðu til. Nevnliga sendinetið hjá Sjónvarpinum.

Og hóast tað nú bert eru tveir dagar síðani, at hon setti seg í sessin, so er hon longu farin í holt við at loysa tann trupulleikan.

- Tað er eingin loyna, at tað er gjørt ov lítið við sendinetið nú í nógv ár. Og tað er harmiligt, at eingin avgerð enn er tikin um, hvussu arbeiðið við at endurnýggja netið skal fara fram.

Men í samgonguskjalinum hava tit staðfest, at netið skal endurnýggjast?

- Tað er rætt, men enn er einki arbeiði gjørt í so máta. Nú er trupulleikin vorðin heilt akuttur, og eg havi biðið embætisfólk um at fara til verka. Í fyrsta lagi skal ein lýsing gerast av, hvørjar ábøtur eru átrokandi neyðugar. Í øðrum lagi skal ein ætlan gerast um, hvussu tað verður arbeitt frá nú og fram til tann dagin, tá eitt nýtt sendinet er klárt. Og í triðja lagi havi eg biðið um at fáa neyðuga grundarlagið til at taka støðu útfrá, tá avgerð skal takast um, hvat sendinet verður valt.

- Akkurát akutta trupulleikan við mastrini á Húsareyni fái eg so ikki sagt tað stóra um. Men eg vóni so, at arbeiðsbólkurin í Mentamálaráðnum kann hava eitt liðugt tilmæli um ein ella tveir mánaðir.

Ónøgd hevur verið um, at Sjónvarpið als ikki hevur sent, hóast møguleiki er at senda til part av landinum gjøgnum Televarpið og at leggja sendingar út á netið. Ert tú samd í teirri avgerð, sum leiðslan í Kringvgarpinum hevur tikið.

- Tað er eitt mál, sum eg ikki fari at leggja meg út í. Leiðslan í Kringvarpinum hevur tikið sína støðu í hesum, og eg haldi tað als ikki vera upp til mín at blanda meg í dagliga leiðsluarbeiðið, sigur Kristina Háfoss.