Á vitjan síni í Føroyum tosaðu Mette Frederiksen og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í morgun um at menna ríkisfelagssskapin.
– Eg skilji greitt, at føroyingar vilja hava innlit í teir upplýsingar um okkara uttanríkispolitisku viðurskfti, har Føroyar hava áhugamál og eru ein partur. At tey í Føroyum vilja hava størri rásarúm, tá tað snýr seg um uttanríkispolitikk, vil eg fegin, segði Mette Frederisekn eftir fundin, sum var hildin í Vestmanna.
Ynskið hjá løgmanni um, at føroyingar skulu hava rætt til danskt cpr-nummar var eitt mál á dagsskránni, sum tey tosaðu um leingi.
– Tað eri eg til reiðar at kanna. Broyingar skulu tó ikki gerast her og nú. Vit skulu taka okkum ta tíð, tað tekur. Eg vil fegin menn og styrkja ríkisfelagsskapin. Ríkisfelagsskapurin er ikki statiskur. Hann mennist og broyttist, segði Mette Frederiksen.
Sambært løgmanni skal tað vera eftir egnum vilja, um føroyingar ynkja danskt cpr-nummar.
– Í nøkrum støðum kann tað vera ein fyrimunur fyri ein føroying. Tað ger tað lættari, sigur Báðrur á Steig Nielsen.
Mette Frederiksen kom í gjárkvøldið til Føroyar á sína fyrstu almennu vitjan sum forsætisráðfrú. Ríkisfelagsskapurin er eitt av høvuðsevnunum á arbeiðsvitjanini hjá forsætisráðfrúuni.
Umframt fundin um ríkisfelagsskapin í Vestmanna vitjaði Mette Frederiksen eisini á Miðnámi í Vestmanna. Har var hon millum annað spurd, um Føroyar sleppa at luttaka í OL sum sjálvstøðugt land, heldur enn sum nú at vera partur av donsku luttøkuni.
– Tað vilja vit fegin. Men so er tað olympiska nevndin, sum skal geva loyvi til tað, svaraði Mette Frederiksen.
Í løtuni viljar Mette Frederiksen í Løgtinginum. Síðani fer hon út á Skipasmiðjuna Mest. Hon fer aftur til Danmarkar í morgin.
/ritzau/