Vil hava alla Streymoynna upp í Havnina

SAMANLEGGING Borgarstjórin í Havn vil hava bæði vestmenningar og kvívíkingar upp í Tórshavnar Kommunu

- Eg haldi, at øll Streymoyggin skal vera ein kommuna.
Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, eftir borgarafund í Kvívík mánakvøldið um kommunusamanlegging.
Hann skoytir tó upp í, at í hesum føri tosar hann um tann partin av Streymoy, sum ikki er í Sunda Kommunu.
Sjálvur er hann heitur talsmaður fyri stórum kommunum og hann tekur hann undir við, at Tórshavnar Kommuna verður størri.
Heðin Mortensen heldur, at tað er onki at stúra fyri, at Tórshavnar Kommuna verður ov stór.
- Verða Vestmanna- og Kvívíkar kommuna upp í Tórshavnar Kommunu, veksur fólktalið eini 1800 - 2000 fólk, tað er ikki meiri enn tað.
- Tað er Tórshavnar Kommuna sum einki før fyri at taka ímóti afturat.
Hinvegin fer Kommunan at veksa sera nógv í vídd, men tað dugir hann ikki at síggja ein vansa í.
- Tað er landfast og gott ferðasamband og nógv tey flestu arbeiða í Havn kortini. Men, sum støðan er nú, fara tey í aðrar kommunur við síni inntøku.
Heðin Mortensen staðfestir, at hann vildi heldur, at skattakrónurnar fóru í kassan hjá Tórshavnar Kommunu, har tær eru forvunnar.
Heðin Mortensen sigur, at verður øll Streymoy løgd saman í eina kommunu, kundi tað verðið ein spennandi kraftmiðdepil.
- Tað hava vit stórliga brúk fyri í Føroyum, tí meiri, vit spjaða sundir, veikari standa vit í kappingini við umheimin í royndunum at draga ungfólk til sín.

Fólkaatkvøða í Havn
Tú hevur áður sagt, at nú er Havnin nóg stór og at fleiri kommunur eiga ikki at verða lagdar saman við Tórshavnar kommunu, fyrrenn fólkaatkvøða hevur verið í Havn fyri at vita, hvat havnarfólk halda um at gera kommuna enn størri?
- Tað haldi eg, at vit skulu halda fast um. Men sjálvur haldi eg, at tað er skilagott at leggja tað, sum eftir er av Streymoy upp í Tórshavnar Kommunu.
Heðin Mortensen staðfestir eisini, at enn er ongin avgerð tikin og at spurningurin ikki hevur verið til umrøðu í Tórshavnar Býráði yvirhøvur.
- Tað verður fyrst og fremst tey í Kvívík og í Vestmanna, sum eiga avgerðina. Kvívíkingar skulu nú á fólkaatkvøðu og so taka vit tað haðani.
Hann sigur, at ein annar møguleiki er sjálvandi, at Kvívík og Vestmanna leggja saman.
Men so haldi eg, at vit eiga at leggja dent á at fáa eitt tætt samstarv ímillum Tórshavnar Kommunu og tað samanløgdu kommununa í Kvívík og Vestmanna.
- Eg sigi ikki, at tær skulu leggja saman við okkum, men eg vil fegin vísa á møguleikan, tí vit eru beint undir liðini á teimum.
Men verða Kvívík, Vestmanna og tær smáu bygdirnar ikki bara ein byrða fyri Tórshavnar Kommunu, tá ið hugsað verður um útbyggingar av ymsum slagi?
- Tað haldi eg ikki. Mær vitandi eru kommunurnar væl fyri bæði hvat útstykkingum, vatn, kloakk, barnaansing og øðrum viðvíkur. Og so eru tær heldur ikki illa fyri fíggjarliga.
- Og hinvegin verða vit eisini fleiri skattaborgarar at bera byrðarnar.

Fyrimunur fyri øll
Heðin Mortensen heldur, at verða Vestmanna og Kvívík lagdar undir Havnina, hevði tað verið ein fyrimunur fyri allar partar
Vit hava nógvar tænastur í Havnini, sum vit kunnu samansjóða við tænastur í Kvívík og Vestmanna fyri at skilbøta raksturin.
Eitt nú ber til at samstarva á skúlaøkinum, kanska serliga um 10. flokk.
Men vit kunnu eisini samstarva um Bussleiðina, vinnuligar tænastur og annað.
Heðin Mortensen staðfestir, at hetta er ikki ein samanlegging, sum heilt samsvarar við tað, sum hevur ligið í kortunum, men hann dugir ikki at síggja nakra forðing í tí og møguleikin fyri at Kvívík og Vestmanna leggja saman við Tórshavn, hevur eisini verið nevndur.
Men avgerðin liggur fyrst og fremst í hondunum á kvívíkingum og vestmenningum. Tá ið tey hava tikið avgerðini, kunnu vit í Tórshavnar Býráði eisini taka málið upp út frá teirri avgerð, vestmenningr og kvívíkingar hava tikið, sigur Heðin Mortensen.

6 bygdir
Fær borgarstjórin í Havnini sín vilja, verða tað fimm bygdir, sum verða lagdar afturat Tórshavnar Kommunu
Tær eru:
Vestmanna
Kvívík
Stykki
Leynar
Skælingur
Válur
Men afturat tí verður eitt øgilig lendi lagt afturat Tórshavnar Kommunu, skuldi tað hent, at Kvívík og Vestmanna verða lagdar saman við Tórshavn.
So fer Tórshavnar Kommuna at veksa 100 ferkilometrar í vídd og hon fær 131 merkur av jørð afturat.
Frammanundan er Tórshavnar Kommuna 158 ferkilometrar stór og hevur 290 merkur av jørð, so talan verður um ein munandi vøkstur.