Seinastu mánaðirnar hevur nógv kjak verið um umvældu og útbygdu høllina á Høllina á Hálsi, aftaná at tað gjørdist greitt, at hon ikki lýkur krøvini til altjóða dystir, ið altjóða Hondbóltssambandið IHF setir. Avleiðingin er, at føroyska hondbóltslandsliðið má spæla sínar heimadystir í útlondum.
Víst hevur verið á, at tá kommunan lat høllina útbyggja var ætlanin aldrin, at hon skuldi lúka altjóða dystir, men var endamálið at bøta um tørvin á fleiri hallartímum í kommununi. Kortini tykist nú, at Tórshavnar býráð ætlar sær ikki at endurtaka søguna við hondbóltshøllini, tá nýggi langhylurin í kommununi skal byggjast.
Kommunan upplýsir í tíðindaskrivi í dag, at fundur verður 10. oktober millum Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, Joaquin Pujol, formann í FINA Facilities Committee (nevnd í Altjóða svimjisambandinum FINA) og umboð fyri Svimjisamband Føroya.
Á skránni fyri fundin verður spurningurin, hvussu langhylurin kann gerast á ein slíkan hátt, at hann verður góðkendur til altjóða kappingar.
Tað var SNA Arkitektur, sum vann teknikappingina í 2016 og eftir ætlan skuldi projekteringin av langhylinum verið komin væl áleiðis. Nýggja býráðið valdi tó at útseta verkætlanina, men nú tykist gongd vera komið aftur í málið. Í næstum skal býráðið taka støðu til at játta fimm milliónir krónur til projekteringina av nýggja langhylinum.