Nær kunnu vit vænta, at eisini føroyingar sleppa at kappast í olympisku leikunum? Tað er spurningurin, Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, og í uttanríkismálum, nú skal greiða Løgtinginum frá.
Tað er Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum reisir málið á Løgtingi, og sum vil hava at vita, hvussu tað gongur hjá Føroyum at fáa limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC.
Hann vísir á, at tað var longu í 1984, ella fyri 38 árum síðani, at Føroyar søktu um limaskap í IOC, og líka síðani hava vit arbeitt fyri at vinna okkum limaskap í altjóða olympiska selskapinum. Men higartil hevur tað verið til fánýtis.
Bjarni Kárason Petersen vísir á, at síðani hava fleiri samgongur arbeitt við málinum, tó uttan, at tað er borið á mál og hann vil eisini hava at vita, hvat tað er, sum forðar fyri at vit fáa limskap í IOC. Hann sigur, at í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu stendur, at samgongan vil framhaldandi arbeiða verður framhaldandi fyri føroyskum limaskapi í IOC og tí vil hann hava landsstýrismannin at greiða fr á, hvar málið liggur.
Tað hevur fleiri ferðir verið frammi at tað eru bara sjálvstøðug lond, sum fáa limaskap í IOC. Tað eru vit ikki og tað er forðingin fyri at vit verða altjóða viðurkend á hesum øki.