Vil hava at vita um flogsambandið út í heim fer at batna

Løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard vil hava at vita um ætlanin er at útbyggja flogvallarviðurskiftini í landinum so at øll vanlig farmaflogfør eisini fáa sett seg her

Flogvallir

Kári P. Højggard, løgtingsmaður, vil nú hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við flogferðsluni ímillum Føroyar og útheimin.
Hann hevur tískil sett Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning á tingi um flogvallarviðurskiftini.
Tað ger hann í kjalarvørrinum á áhugaverdari grein hjá Egil Olsen, fiskivinnufrøðingi, í Sosialinum í farnu viku um kappingarførið hjá føroysku fiskivinnuni.
Í tí sambandi helt Egil Olsen, at tað var neyðygt at fáa betri møguleikar at flyta feskan fisk av landinum hvønn dag. Fyri føroyska samfelagið hevði tað tískil størri týdning at tosa um, hvussu flogsambandið út í heim kundi bøtast, heldur enn at tosa um vegir og tunlar.
Og nú tekur løgtingsmaðurin úr Eysturoy sostatt tráðin upp í einum beinleiðis fyrispurningi til landsstýismannin, sum varar av málinum.
Kári Højgaard vil í fyrsta lagi hava at vita um tað tað ber til at byggja flogvøllin í Vágum út, so at øll vanlig farmaflogfør kunnu seta seg. Ber tað til, vil hann eisini hava at vita, hvat tað kostar.
Hann vil eisini hava at vita um talan kanska verður um ein alternativan flogvøll, soleiðis sum stjórin í Atlantsflogi hevur nevnt í Sosialinum, og um hvar ein slíkur kundi verið og, hvat hann kostar.
Hann nevnir, at kanningar vísa, at ein flogvøllur hevði ligið best á Skorðhæddini í Eysturoy ella í Sandoy. men harumframt hevur Tórshavnar kommuna kannað møguleikan at leggja ein flogvøll á Glyvursnesi.
Og í sambandi við møguligar útbyggingar, vil Kári P. Højgaard eisini hava at vita um Vinnumálaráðið hevur útflutningin av fiski í huga.
Hann vísir á, at vinnan í Føroyum hevur ført fram, at skal hon klárar seg ikki í kappingini við lágkostnaðarlond og tí er neyðugt at betra um flutningsmøguleikarnar fyri feskum úrdráttum.
Og verður talan um at bøta um flogsambandið, vil Kári P. Højgaard at enda hava at vita um hugsað verður um eitt samstarv við íslendingar um at flyta feskan fisk á marknaðin í Evropa.
Løgtingið skal nú samtykkja, at landsstýrismaðurin svarar spurninginum.