Vil hava at vita um fólk skulu tvingast at gjalda

Tað er ongastaðni at fara við rokningini enn til Føroya fólk, sigur Henrik Old

Skulu húsarhaldini kring landið tvingast til at brúka fyri streym, sum tey ikki brúka. Tað er spurningurin, Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hava greiði á. Og tað vil hann hava Magnus Rasmussen, landsstýrismann í orkumálum, at greiða frá. Frágreiðingin frá landsstýrismanninum skal vera liðug í seinasta lagi fyrst í jólamánaðinum.

 

Magnus Rasmussen skal eisini greiða frá um hann ætlar, at veita Sev endurgjald fyri streym, sum Sev verður tvingað at taka ímóti, men sum eingin hevur brúk fyri.

 

Henrik Old vísir á, at í øllum Norðurlondum og fleiri staðni í Evropa er prísurin á streymi nógv hækkaður, ella hann fer at hækka nógv. Príshækkingarnar eru so stórar, at í onkrum londum hevur talan verið um at veita húsarhaldum stuðul fyri at byrgja upp fyri stóru hækkingini í streymprísinum.  Men samtíðis hevur Sev boðað frá, at her heima er ætlanin ikki at hækka streymprísin næsta ár.

 

Men í gjárkvøldið kom fram, at nýggjar vindmyllur eru á veg oman fyri Havnina, har bæði  Magn og Vindrøkt vera vindorkuverk. Men støðan er tann, at sev fær ikki tikið ímóti øllum streyminum. Í gjár segði Hákun Djurhuus, stóri í Sev, við KvF, at teknikkurin at taka streymin frá hesum báðum vindmylluverkinum, er ikki til staðar og tí er streymtrygdin eisini í vanda.  

 

Henrik Old sigur, at Sev kann bara taka ímóti 20 prosentum av streyminum frá hesum báðum vindmylluverkunum - men kortini er Sev tvingað til at keypa allan streymin.  Tilsamans fer hetta at kosta Sev 60 milliónir undirskoti hesi næstu trý árini ella so.

 

Sev verður tvingað at senda rokningina víðari til húsarhaldini, sum eru tey einastu, sum kunnu gjalda fyri streymin, tey ikki fáa nyttu av, sigur Henrik Old og tí vil hann hava at vita, hvat ætlanin er.