Vil hava betri trygd í Leirvíkstunlinum

Tað hevði bøtt um trygdina at hoyrt útvarp í tunlinum

 

- Tað er undarligt, at tað ikki skal bera til at Útvarpið í Leirvíkstunlinum.

Tað heldur Reimund Langgard, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Hann hevur heft seg við, at í vikuni varð upplýst, at nú ber til at hoyra allar tær føroysku útvarpsrásirnar í Norðoyatunlinum, eisini KissFM og Voxpop.

 

Hetta er kanska ikki meir enn rímiligt nú á døgum, heldur hann. Hinvegin undrar tað hann stórliga, at tað enn ikki ber til at hoyra Útvarp Føroya í grannatunlinum, Leirvíkstunlinum, sum enntá hevur nógv meira ferðslu enn Norðoyatunnilin.

 

Reimund Langgard heldur, at radiosignal kann betra um trygdina, tí at tað kann brúkast til samskifti, skuldi ein vanlukka hent í tunlinum. Men hann heldur eisini, at tað kann hava við bilførarar ikki fara at koyra óneyðuga skjótt fyri at lukkast at hoyra tíðindini, ella aðrar sendingar.

 

Tí vil Reimund Langgard nú hava at vita frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum Leirvíkstunnilin og hann vil eisini hava at vita, hvussu nógvum av teimum stóru tunlunum, útvarp ikki hoyrist í.

 

Somuleiðis vil hann hava at vita, hvat tað hevði kostað at leggja útvarp í Leirvíkstunnilin og um ætlanin er at gera tað. Jørgen Niclasen skal somuleiðis greiða frá, um hann eisini heldur, at tað hevði bøtt um ferðslutrygdina í tunlinum.