Kunning
Suðuroy: Í summar er ætlanin at fara í holt við tvær stórar útbyggingar í Suðuroynni. Talan er í fyrsta lagi um nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði og í øðrum lagi um Hovstunnilin, sum gongur ímillum bygdirnar Øravík og Hov.
Í tí sambandi heldur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, at tað hevði verið hóskandi hjá landsstýrismanninum at havt ein kunnandi fund í Suðuroynni, har hann kundi greitt almenninginum betri frá hesum báðum ætlanunum.
Í Løgtinginum í dag fer hann at spyrja landsstýrismannin í samferðslumálum, um hann ikki heldur, at ein slíkur fundur hevði verið hóskandi.
? Hetta eru tvey stór verkløg og eg haldi, at í einum fólkaræðiligum samfelagið hevði tað verið hóskandi at almenningurin slapp at síggja ætlanirnar og slapp at gera sínar viðmerkingar og at seta spurningar, sigur Jóannes Eidesggaard .
Tað, sum hann serliga heftir seg við, er staðið, har samfersluhavnin skal vera um um staðið, har ætlanin er at leggja Hovstunnilin.
-? Samferðsluhavnin verður løgd beint við Lítluhólmar, so at tann innasti av teimum fer undir, samstundis sum tað ikki fer at verða siglandi ímillum teir longur.
Tað er ein umhvørvisligur spurningur um tað er rætt um um tað ikki hevði borið til at flutt havnina 50 metrar longur inn fyri at spart hendan blettin í náttúru okkara.
? Eftirkomarar okkara hava sama rætt sum vit at síggja tað vakra, sum er í natúruni og tí haldi eg, at ætlanin eigur at verða gjølliga umhugsað.
Hann sigur, at slikir almennir fundir eru fyriskipaðir fyrr við sera góðum úrsliti bæði tá ið ætlanin var at byggja nýtt Suðuroyarskip varð fyrireikað og tá ið arbeiðið at byggja Teistan varð fyrireikað.
Samstundis eru tað summi sum halda, at Hovstunnilin liggur nakað høgt.
Tað hevur verið ført fram, at fer nakar at tala at nú, fer tað bara at forkoma allari útbyggingini?
? Hetta er ikki ábyrgdarfull sjónarmið. Tað er skyulda mín sum Løgtingsmaður at reisa spurningarnar, áðrenn ætlanirnar verða settar í verk. Aftaná er ov seint.
? Og tað er púra vist, at ætlanirnar at gera berghol og samferðsluhavn fara ikki at verða seinkað av hesum, sigur Jóannes Eidesgaard.