Vil hava breiða semju um at hjálpa fátækum

Hetta tími eg ikki í einum ríkum landi sum okkara

Lat okkum taka saman hendur um at hjálpa teimum, sum eru fátæk í Føroyum, upp um fátækamarkið.

 

Tað var áheitanin frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni beint áðrenn løgtingið fór til hús mikukvøldið.

 

Samgongan feldi eitt uppskot frá andstøðuni um eitt serligt barnaískoyti til tey børn í Føroyum, sum eru allar ringast fyri.

 

Men samgongan lovaði, at eitt uppskot skal vera klárt nakrar fáar dagar eftir ólavsøku um at lyfta tey fátækastu upp um fátækamarkið.

 

Orsøkin til, at hann ikki vildi taka undir við uppskotinum frá andstøðuni, var, at hann er ikki vísur í, at tað hevði komið teimum til góðar, tað var ætlað at koma til góðar.

 

Tí skulu hesir báðir næstu mánaðirnar brúkast til at at gjøgnumhugsað tiltøk, sum raka rætt, sum tikið var til

 

Lat okkum fáa eitt uppskot, sum vendir so rætt, so at pengarnir ikki fara í umsiting, men til tey, sum hava brúk fyri tí.

 

Men løgmaður sigur, at tað er nógv at taka støðu til

 

- Loysir tað seg betri at fáa eina almannaveiting, enn at arbeiði, so hava vit ein trupulleika, staðfesti løgmaður.

 

Hann heldur eisini, at tað er ikki bara ein spurningur, um hvat kemur inn, tað er eisini ein spurningur um, hvussu tað verður givið út aftur.

 

Og løgmaður fortaldi løgtinginum, at hann hevði hoyrt um eina mammu, sum noktaði einum barni eitt súrepli í einum handli, tí hon hevði ikki ráð, men tá ið hon so kom til kassan, keypti hon sær ein pakka av sigarettum.

- Tað er eisini ein spurningur um at raðfesta. Men vit kunnu heldur ikki góðtaka, at atburðurin hjá foreldrunum rakar børnini, legði hann afturat.

 

Og at nakað skal gerast, er løgmaður ikki í iva um.

 

- Tað er ikki rætt at tað eru nøkur børn, sum ikki hava tað gott og tað tími eg ikki í einum ríkum landi sum okkara.

 

Hinvegin góðtekur hann ikki skuldsetingarnar frá andstøðuni um, at hann ikki hevur hjartað á rætta staði.

 

- Eg vil fegin taka lógvatak við andstøðuni um eitt felags uppskot fyri at hjálpa teimum, sum liva í fátækadømi, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

 

- Allir tinglimir hava hjarta á røttum staði, so tað ber væl til, segði løgmaður. Og sum vit skrivaðu í gjár, gav hann sítt orð upp á, at eitt uppskot um at hjálpa fólki úr fátækadømi, skal vera klárt nakrar dagar eftir ólavsøku.

 

Men hann heldur, at tað skal meiri til enn at hækka barnaískoyti, og tí vil hann hava allar flokkar, kommunurnar, og kanska fakfeløg eisini, við í arbeiðið. Hann nevnir í hesum sambandi, at ein avbjóðin at loysa, er at útvega bíligari bústaðir.

 

- Og so skulu krøv setast til pápar. At seta børn í verðina er ein ábyrgd fyri lívið. Og tað skulu páparnir eisini átaka sær, samstundis sum teir eisini skulu fáa rættin til síni egnu børn, segði løgmaður.