Vil hava ein grunn sum skal lata endurgjald fyri stormskaðar

Vit fara helst at fáa fleiri stormskaðar í framtíðini, sigur løgtingskvinna

Hvalba er ein av teimum bygdum, sum hava verið hart raktar av ódnarveðri

Tað er fleiri ferðir hent at ódnarveður hevur elvt til stórar skaðar á havnarløg og brimgarðar, og á bygningar. Í hesum sambandi hevur fleiri ferðir verið tosað um at stovna eina grunn, sum skal veita kommunum endurgjald, tá ið havnarløg, brimgarðar fáa skaða í ódnarveðri. Men arbeiðið er dottið niður fyri tí kommurnar eru ikki samdar um at skipa ein slíkan grunn.

 

Og nú vil Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi hava at vita frá landsstýrinum um nøkur ætlan er á hesum øki. Bjørt Samuelsen sigur, at nógv bendir á, at vit fara at fáa, bæði fleiri og hrðari ódnir, sum verða ein avleiðing av veðurlagsbroytingunum.

 

Tey flestu londini hava tí gjørt sær eina tilbúgving fyri at verja fyri álvarsomum skaðum og oyðileggingum av stormi, uppgangi og vatnflóð.

 – Flestallar bygdir í Føroyum liggja beint við sjógvin og tí er stórur vandi fyri skaða á bryggjur, sjóvarbakkar, brimgarðar, og annað.

 

Harumframt eru nógvir bygningar við sjóvarmálan og og standa sostatt ógvuliga ábært fyri stormi, brim og vatnflóð, samstundis sum at vatnstøðan í heimshøvunum hækkar alsamt.

Bjørt Samuelsen sigur, at tað eru ikki allar kommunur, sum fíggjarliga eru nóg sterkar til at rinda fyri stórar skaðar. Tí hevði ein felags skaðagrunnur verið til stórt gagns, heldur hon. Og hon spyr um nøkur ætlan er um ein slíkan grunn.

 

Nú Magnus Rasmussen, landsstýrismaður ætlar at leggja eitt uppskot um ein veðurlagspolitikk fyri Løgtingið, vil Bjørt Samuelsen hava at vita um byribyrging ímóti stormskaðum er ein partur av veðurlagspolitikkinum og um nøkur ætlan er um at dagføra og framtíðartryggja havnarløg, bryggjur, sjóvarbakkar, brimgarðar, bygningar so at tey tola  harðari ódnir.

 

 

 

Hvalba er ein av teimum bygdum, sum hava verið hart raktar av ódnarveðri