Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum, hevur nú sett sjøtul á arbeiðið at fáa føroyskt mál í fartelefonir og teldur. Tað upplýsti hon fyri løgtinginum nú ein dagin.
Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurdi hana um nakað røkist fyri vit fáa føroyskt mál í telefonir og í teldur, tí tað eru fleiri ár síðani, at Løgtingið samtykti, at hetta skuldi fáast í lag.
Hon vísir á, at nú á døgum er tað ikki óvanligt at síggja sjálvt smábørn ganga við telefon, og tað kann enntá vera, at hjá nógvum børnum og ungum er telefonin er tann fremsti samskiftismiðilin tey hava. Tí heldur hon, at tað hevur serstakliga stóran týdning at fáa føroyskt mál í tær.
Hanna Jensen sigur, at beint sum hon tók við sum landsstýriskvinna herfyri, setti hon sær fyri at seta sjøtul á arbeiði at kanna, hvussu tað kann lata seg gera at fáa føroyskt mál í telefonir, í teldur og í aðra samskiftistøkni.
Hetta er ein spurningur, sum hevur verið reistur fleiri ferðir, og landsstýriskvinnan sigur, at
longu í 2007 varð mett, at hetta fór at kosta eina millión. Síðani er eingin kostnaðarmeting gjørt aftur, og hon væntar, at hendan upphæddin er nakað høgri nú. Men tað merkir so eisini, at skal tað setast í verk, krevur tað, at tað er politiska vælvild til at játta pengar til endamálið.
Men hon sigur, at nú eru tey farin undir arbeiðið at lýsa málið fyri at vita, hvat krevst, og hon er eisini farin at kanna, um hon fær politiska undirtøku fyri tí. Hon leggur afturat, at umframt kostnaðin av at seta sjálva skipanina í verk at fáa føroyskt mál í teldur og telefonir, er væntandi at tað eisini fer at kosta eina ávísa upphædd um árið at røkja skipanina, og at dagføra hana so hvørt.
Óluva Klettskarð heldur, at er sjøtul settur á arbeiðið, er tað eitt stórt stig at taka, tí hon heldur ikki, at politiski áhugin fyri hesum hevur verið heldur hálvhjartaður í nógv ár.
– Tá ið eitt føroyskt barn kann samskifta á føroyskum á ymsum samskiftismiðlum, heldur enn bara á donskum, ella enskum, er alt vunnið, heldur Óluva Klettskarð.
Sum sagt er hetta ikki fyrstu ferð, at hetta er reist á føroya Løgtingið, tí longu í 2013 legði Gunvør Balle, táverandi løgtingskvinna fyri Tjóðveldi uppskot fyri Løgtingið um hetta. Og tá samtykti Løgtingið at heita á landsstýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø, um at skipa eitt samstarv ímillum Mentamálaráðið, Fíggjarmálráðið, Fróðskaparsetrið og KT-felagið við tí endamáli at fáa føroyskt mál í samskiftistól, har serligur dentur skuldi leggjast á fartelefonir og teldur.
Men hóast løgtingslimir hildu, at hesin dagurin í 2013 var »ein stórur dagur fyri føroyska málið«, hendi einki aftur. Gunvør Balle spurdi annars eftir málinum aftur, bæði í 2014 og í 2015, og báðu ferðir varð sagt, at arbeiðast skuldi við málinum, men kortini hendi ikki stórt meir aftur. Og nú hevur so so núverandi landsstýriskvinna í skúlamálum tikið málið upp aftur.