Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Eg fari harðliga at mótmæla, at Ole Wich á ein so vanvirðisligan hátt dregur spott og skomm yvir Merkið og harvið land okkara, Føroyar, og allar føroyingar. At síggja óunniligu plakatirnar ella hvat tað nú er, sum hesin maður hevur framleitt, minnir í míni verð um landasvik. Ongin eigur at sleppa væl frá at knýta navnið »homoFObia« at bæði Merkinum og landi okkara. Tí fari eg á hendan hátt alment at heita á fútan um at reisa ákæru mótvegis hesum manni, tí sum føroying kenni eg meg vanvirdan, spottaðan og háðaðan.
Tað er ófatiligt, at nakar kann finna upp á at føra slíka vanæru yvir land okkara, sum er heimsins besta land at liva í. Um hesin maður hevur slíka neyð fyri teimum, sum líða, so er nóg mikið av veruligari líðing til úti í heimi. Nei, hetta snýr seg ikki um at hjálpa, men heldur á ein ógvuliga ólátaðan hátt at vinna nakrar lættvunnar krónur til fyritøkuna.
Tey samkyndu hava tað eins gott í Føroyum og øll onnur. Tey hava júst somu rættindi sum øll onnur til útbúgving, arbeiði, almennar veitingar av øllum slagi og at luttaka í samfelagnum á øllum økjum á jøvnum føti við øll onnur. Øll lóggáva er eisini galdandi fyri tey samkyndu, tí hesi eru hvørki undantikin ella tikin fram um á nøkrum lógarøki. Ongantíð havi eg verið vitni til, at føroyingar bólka fólk eftir teirra kynsliga samleika fyrrenn nú, ið krøv verða sett til okkum politikkarar um at bólka tey serstakt. Og tað er ikki vanligi føroyingurin, sum hevur framt hesa bólking, men fyrst og fremst teir politikkarar, sum hava reist málið á Løgtingi og so fjølmiðlarnir, sum onkursvegna tykjast at hava fingið støðu teirra samkyndu um skrúvuna.
Mín áheitan á samkynd, fjølmiðlar og viðhaldsfólk skal vera: gevist við at provokera fram eina forfylging, tí tað hava føroyingar ongan áhuga í. Føroyingar eru hampafólk, tolsamir og vinsælir. Væl kann vera, at onkur sigur okkurt, sum kann virka stoytandi her og har, men tað er ikki annað, enn øll menniskjur verða fyri av og á.
[email protected]
Síða PAGE 1