Vil hava greið boð um Sandoyartunnilin

Páll á Reynatúgvu vil nú hava greitt at vita, hvørjar ætlanir samgongan hevur um Sandoyartunnilin og tey boðini vil hann hava frá sjálvum løgmanni

Páll á Reynatúgvu vil nú hava greið boð frá samgonguni um, hvørja lagnu ætlaði Sandoyartunnilin fær.

Tí fer hann nú at biðja sjálvan løgmann, ið er ovasti ábyrgdarhavari fyri politikkinum hjá samgonguni, greiða løgtinginum frá, hvørjar ætlanir samgongan hevur á økinum.

Tað er í kjalarvørrinum á kjakinum seinastu tíðina, har summir politikarar hava róð framundir at útseta tunnilin, at tjóðveldismaðurin av Sandi nu vil hava greiði á málinum.

Tí vil hann hava greið boð um, hvørjar ætlanirnar eru, nær verklagslóg um tunnilin verður lagdur fyri tingið, nær arbeiðið byrjar og nær tunnilin verður liðugur. Og at enda vil hann hava at vita, hvussu tunnilin skal fíggjast.

Hann heldur, at kjakið, sum hevur tikið seg upp um Sandoyartunnilin, hevur hevur loypt ótta á fólk, sum hava sett búgv, ella eru um at seta búgv í Sandoy.

- Ein órógvað tunnilstilgongd, sum allir Sandoyingar hildu lá í tryggari legu, er nú um at taka grundarlagið undir veikasta økissamfelagnum í landinum, sigur Páll á Reynatúgvu.

Hann vísir eisini á, at Løgmaður hevur fleiri ført fram, at undanfarna samgonga bygdi Vágatunnilin og Norðoyatunnilin og at hendan samgongan skuldi samtykkja Sandoyartunnilin.