Vil hava høll til nýggjan ítrótt í Føroyum

Hon hevur hoyrt nógv siga, at tað er ein góður ítróttur, og har kunnu øll vera við

Vit eiga at fáa ein høll til tann ítróttin, sum eitur squash.

Tað heldur Halla Samuelsen, sum er limur í Tórshavnar Býráð.

Nú Tórshavnar Býráð er í ferð við at leggja virksemið fyri næsta ár, til rættis, vil Halla Samuelsen hava, at ein millión krónur verður sett av til at fyrireika eina høll til squash.

Hon sigur, at hon hevur verið í sambandi við nógv fólk, sum hava spælt squash uttanlands, og tey lata øll líka væl at. Samstundis er tað ein ítróttur, har øll kunnu vera við.

 

Hon heldur at ein høll til squash er kanska ikki tað dýrasta, hon hon heldur, at tað kundi verið ein fínur møguleiki hjá teimum, sum ikki hava hug til fótbólt hondbólt, flogbólt, og annað.

 

Hon sigur, at enn hevur hon ikki kannað so nógv í hesum sambandi og hon veit heldur ikki, hvat ein slík høll kundi verið.

 

Hon kundi verið í vesturbýnum, tí nýggjur stórskúli og skúladepilin í Marknagili erutætt við. Og upprunaliga var ætlanin eisini at seta eina høll har.

 

Tað kundi kanska eisini verið pláss fyri henni undir áskoðaraplássunum á Tórsvølli, men hon veit ikki um tað ber til.

 

Aðrir møguleikar kundi kanska verið at tikið eina fimleikarhøll í onkrum skúla, til endamálið.

 

Annars heldur hon, at tað er ein spurningur, sum skal viðgerast í býráðnum og har kann Byggi- og Býarskipanarnevnd kanska vísa á onkrar møguleikar.

 

Er viljin til tað, er hetta ikki tað torførasta málið at seta í verk, heldur Halla Samuelsen.