Vil hava Løgtingið at viðgera koppingarætlanina

Tað sær út sum at føroyingr verða koppsettir fer við støði í danska samfelagnum og við donskum pengum, sigur Høgni Hoydal

Tað er undranarvert, at koppsetingarætlanin fyri koronu, ikki er løgd fyri Løgtingið. Tað heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi og tískil vil hann nú hava Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, at greiða Løgtinginum frá, hví koppingrætlanin sær út, sum hon ger.

Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu raðfylgjan, fólk skulu koppesetast eftir, er løgd. Samstundis vil hann hava at vita um tað er landsstýrið, sum  hevur lagt ætlanina  við støði í føroyska samfelagnum, og saman við føroyskum fakfólki, ella um talan bara hevur verið um at fylgja vegleiðingunum frá donskum myndugleikum.

Høgni Hoydal vil eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu nøkur fólk eru sett í serligar vandabólkar, og hvussu tíðarætlanin fyri at koppseta teir ymsu bólkarnar bólkarnar, er. Her hugsar hann bæði um fólk við varandi sjúku, fólk við breki og fjølbreki, fólk ið eru undir viðgerð uttanlands og avvarðandi hjá hesum bólkum.

Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita um myndugleikarnir hava hugsað um tey, sum hava serligar sálarligar og kropsligar trupulleikar av at tey ikki hava nakað serligt samband við onnur.

Ein bólkur, sum skal koppsetast, eru fólk í serliga týdningarmiklum størvum í samfelagnum, og Kaj Leo Holm Johannesen skal eisini greina frá, hvørji hesi størvini eru, og hvussu tíðarætlanin er fyri hesar bólkarnar.

Í hesum sambandi hugsar Høgni Hoydal eisini um tey, sum starvast við fólki í vandabólkum, fólk í tilbúgvingini, umframt starvsfólk hjá Sev, hjá Strandferðsluni og Atlantsflogi, útisiglarar, hýruvognskoyrarar, tey sum sita við við kassarnar í handlum, og onnur.

Høgni Hoydal vil eisini hava at vita, hví landsstýrið ikki lagt koppsetingarætlanina og gjaldið fyri koppsetingarnar, fyri Løgtingi.

Hann sigur, at talan er um sera týðandi og stórar avgerðir fyri fólkið og landið í bardaganum móti koronufarsóttini. Samstundis hava fólk, sum heild, umframt fakfólk og politiskir flokkar, lagt nógv fyri at standa saman og taka felags tøk undir koronufarsóttini og tað er uttan iva høvuðsorsøkin til, at Føroyar higartil eru sloppin so væl burtur úr tí, sum vit eru.

– Tí er tað undranarvert, at koppsetingarætlan ikki er viðgjørd í politisku skipanini, og at fíggingin, og gjaldið, fyri koppsetingina, ikki eru løgd fyri Løgtingið, heldur Høgni Hoydal. Og hann heldur, at tað er líka undrundarvert, at landsstýrið ikki hevur lagt koppingarætlanina og raðfylgjuna, teir ymsu bólkarnir skulu koppasetast eftir, fyri Løgtingið

– Tað tykist sum, at koppsetingin fer fram við støði í danska samfelagnum og donskum avgerðum, og við donskum pengum, sigur Høgni Hoydal.