Nú vit skulu hava eina føroyska veðurstovu, er tað sjálvsagt, at hon verur í Vágum. Tað heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Hann vísir á, at tað er bara á flogvøllinum, at serlig høli, og tól, eru klár, tí har hevur einasti veðurfrøðingur starvast í áratíggju. Tí er tað bæði bíligast og skjótast at leggja hana í Vágum, sigur hann.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at ætlanin er at stovna eina føroyska veðurstovu í ár og ætlanin er eisini at seta minst ein veðurfrøðing í starv í ár. Og í fyrstu syftu er avtalað, at Vørn leggur høli til ta føroyska veðurstovuna, men annars er støða ikki tikin til, hvar hon skal vera. Hann sigur, at hann bíðar eftir eini frágreiðing um hetta, áðrenn støða verður tikin.
Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, heldur, at veðurstovan skal vera í Klaksvík og leggjast afturat sjóvinnudeplinum har, men so heldur hann, at ein veðurfrøðingur kann vera á flogvøllinum eisini.
Hann vísir annars á, Vága Floghavn hevur bjóðað seg fram at hýsa veðurstovuni, men tað eru eisini aðrir møguleikar. Tó heldur hann, at veðurstøðin eigur at vera á einum staði. Hansara vón er, at ein føroyskur veðurfrøðingur kann verða settur í starv longu í vár.