Hvussu nógvar bygningar hevur tað almenna kring landið, og hvat rindar landskassin í leigu fyri hvønn fermetur í teimum ymsu kommununum.
Ta er ein spurningur, Heðin Mortensen, nýsettur landsstýrismaður, nú skal greiða Løgtinginum frá. Hann hevði ikki meiri enn sett eg í landsstýrissessin, tá ið Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, bað hann greiða frá, hvussu tað almenna hevur spjatt sítt virksemi kring landið.
Tí hevur hann biðið landsstýrismannin geva Løgtinginum eitt fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu nógvir almennir bygningar eru í hvørjari kommunu, og sum eru í brúki. Hann vil eisini hava at vita, hvat leigan er fyri hvønn fermetur í teimum ymisku kommununum, og hvørjir sjálvsognarstovnar, sum eru kring landið, og har Landið rindar ein part av rakstrinum.
Somuleiðis skal Heðin Mortensen greiða frá, hvussu nógv tað almenna brúkar upp á at halda almennar bygnngar hesi seinastu árini, og hví Landið ikki heldur brúkar teir bygningar, tað eigur, til at hava ymiskt virksemi í, heldur enn at selja teir. Nakrir bygningar, hann hugsar um, eru bygningar hjá Posta.
Kári P. Højgaard spurdi at kalla sama spurning í apríl 2016, og tá segði hann, at hetta kundi geva eina góða mynd av, hvussu nógv alment virksemið er kring landið. Tá fekk hann at vita, at landsins bygningar eru einir 185 í tali og tilsamans eru teir 234.200 fermetrar til støddar, og fermetrarnir eru býttir soleiðis kring landið:
Suðuroy 15.764
Sandoy 830
Vágar 512
Streymoy 184.340
Eysturoy 5.740
Norðoyggjar 27.014
Í hesum orðaskifti í Løgtinginum um hesi viðurskifti, hevur Kári P. Højgaard víst á, at tað er merkisvert, at tað almenna bara eigur 5.740 fermetrar av almennum bygningum í Eysturoy, og hann tók tað sum dømi um at Eysturoy var fyri vanbýti á hesum øki.