Vil hava tamarhald á lønum í ALS

Spurningurin um, hvussu stórt ræði politikarar skulu hava á ALS, verður royndur í hesi vikuni í løgtinginum, tí landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, er komin í tingið við lógaruppskoti, ið skal heimila honum at áseta løn til ALS-stjóran og samsýning til stýrislimir.

Endamálið við lógarbroytingini er, sambært Johan Dahl, at tryggja, at løn til stjóra og samsýningar til stýrislimir fylgja teimum lønartreytum, sum eru galdandi fyri nevndarlimir og stjórar hjá tí almenna annnars.

Fleiri stýrislimir halda, at lógarbroytingin hjá Johan Dahl, sum skal til fyrstu viðgerð hósdagin, ger seg ov nógv inn á frælsið hjá ALS at skipa seg.

Niðanfyri hoyra vit, hvat Johan Dahl sigur um, hví hann vil hava so stóra ávirkan á lønir og samsýningar í ALS: