Vil helst hava málið avgreitt nú

Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, harmast um, at nevndin, sum er sett at endurskoða valskipanina, kanska ikki verður liðug við arbeiðið í so mikið góðari tíð, at ein avgerð kann takast til næsta løgtingsval.

Sum tað sæst í aðrari grein her á Portalinum, metir nevndarformaðurin, Petur Zachariassen, at nevndin verður liðug í oktober.

Men Hergeir Nielsen vónar kortini, at nevndin verður liðug so tíðliga, at tað ber til at avgreiða málið fyri løgtingsvalið. Hann heldur nevniliga, at tað hevur týdning, at málið verður avgreitt í hesum valskeiðnum.

Men hann ásannar, at skal tað eydnast, krevst, at nevndin verður liðug tíðliga í heyst og at valið ikki verður fyrrenn heilt seint í heyst.

Hinvegin er hann eisini fullgreiður yvir, at hann hevur hvørki rætt ella myndugleika til at biðja nevndina skunda sær, so tað fer hann at halda seg frá.

Men tað var í hesum valskeiðnum, at málið er reist og hann metir, at tað hevur týdning, at tað eisini verður í hesum valskeiðnum, at málið verður avgreitt, so at hetta Løgtingið sleppur at avgreiða sítt egna mál.

.Og verður nakar møguleiki fyri tí, er hann sinnaður at fáa tað avgreitt áðrenn Løgtingið fer til hús.

Hinvegin heldur hann eisini, at verður niðurstøðan at landið aftur skal býtast sundur í fleiri valdømi, hevur tað týdning gera tað nú.

- Eg síggi fyri mær, at fyri hvørt val, sum fer afturum, har alt landið er eitt valdømi, fer miðstaðarøkið at styrkna og tess verri verður at skipað landið aftur í fleiri valdømi, skuldi tað verðið niðurstøðan, sigur Hergeir Nielsen.