Vil hitta familjuna í Føroyum

Tá luksus skipið The World kemur á Havnina fríggjadagin verður tað við einum føroyskum ísletti umborð. Per Einar Skaar er kvartur skálamaður. Hann hevur sent boð eftir familjuni í Føroyum, sum kemur umborð at heilsa uppá hann, tá skipið kemur á Havnina

FAMILJUBOND

Tá stásiliga skipið The World kemur á Havnina fríggjadagin, so verður tað við einum føroyskum ísletti umborð. Við skipinum er Per Einar Skaar. Hann eru væntandi fá, ið kenna, men hann fær fríggjadagin vitjan av umleið 40 familjulimum.
Søgan er nevniliga tann, at Per Einar Skaar er kvartur føroyingur. Abbi hansara var Hans Petur Jacobsen úr Norðhúsum á Skála.
Hesin Hans Petur Jacobsen var bestimaður á Florentz hjá Mortan í Hvannasundi. Teir fóru í januar mánað í 1920 úr Norra til Føroya við nýggju Florentz, men tá brast illveður á. Teir mistu øll seglini uttan stórseglini. Skaða kom á bæði skip og farm, og teir settu inn móti landi í syðra endanum av Norra.
Har hitti hann norsku Emmu, sum var úr býnum Lyngdal. Hann fór aftur til Føroya við skipinum, men hjarta lá so at siga eftir í Norra, og hann fór skjótt yviraftur, og hann og Emma gifust seinni.Tey fingu eitt barn ? Anna Maria.
Hon verður seinni gift og fær eftirnavnið Skaar. Hans Petur doyr í 1941, tá skipið, hann var við, varð søkt av týskarum.
Annar Maria Skaar flytir saman við manni sínum, sum førdi fraktskip til USA, vesturum hav til USA, til New York, har hon búsettist. Tey fingu sonin Per Einar, sum í dag er umleið 61 ára gamal.
Mammam, Anna Maria, livir enn, og hon arbeiðir sum lækni í New York. Hon hevur regluliga samband við systkinabarn sítt, Oluffa Mikkelsen, á Skála. Emma, sum jú giftist Hans Peturi, doyði fyri tveimum árum síðani. Oluffa og børn hennara hava verið og vitjað Emmu yvir í Norra, og har hava tey eisini hitt Per Einar, sum er einabarn.

Til Føroya
Per Einar Skaar er vorðin múgvandi maður í USA. Hann hevur starvast sum sjónleikari, og onkur kann hava sæð hann í onkrum filmi. Oluffa minnist at hava sæð hann í onkrum filmi, tá hann hevur verið og ferðast.
Per Einar eigur fleiri hárfríðkanarstovur, eina kosmetikk fabrik og hann hevur eisini sín egna farm(stóran bóndagarð). Hann eigur íbúð í New York, har mamma hansara eisini býr. Somuleiðis eigur hann eisini eina íbúð umborð á cruise skipinum The World. Tað er hetta skipið, sum fríggjadagin kemur á Havnina.

Sent boð
Per Einar sjálvur sendi Oluffu eitt bræv. Í brævinum boðar hann frá, at hann kemur til Føroya, og hann vil ógvuliga fegin hitta sína føroysku familju.
Familjan hevur fingið skipað soleiðis fyri, at tey fara umborð fyri at hitta Per Einar. Tey vera umleið 40 fólk, ið øll eru í familju ella gift við onkrum í familjuni hjá Per Einar. Sum gávu hava tey fingið gjørt ein málning av Skála bygd, ið Bibi Haraldsen hevur málað, og málningurin er av Skála bygd.
Tey eru sjálsagt øll sera spent og gleða seg at sleppa umborð at hitta familjulimin, ið ongantíð áður hevur verið í Føroyum. Bert mamma hansara hevur einaferð verið í Føroyum.

Skipið
Skipið, The World, ið hesin kvarti føroyingurin er við, er ikki bara nakað heilt vanligt. Talan er um eitt spildurnýtt luksus cruise, har fólk kunnu vera fastbúgvandi í egnari íbúð. Har eru allar hugsandi ? eins og óhugsandi - hentleikar.
Sambært heimasíðuni hjá skipinum eru prísirnir á íbúðunum umborð frá 17 mió til 57 mió! Tað eru 110 eigara íbúðir umborð. Íbúðirnar eru ? sum kanska eisini kann vænta fyri hasar pengarnar ? tað reina luksus í allar mátar.
Tú kanst eisin leiga eina suitu umborð. Fyri tann túrin, har lagt verður at landi í Føroyum, skalt tú av við í minsta lagi einar 75.000 kr., men tað kann eisini gerast rættiliga nógv dýrari. Tá er alt eisini í roknað. Hesin túrurin varðar einar tíggju-tólv dagar.