Hetta er fyri at hjálpa teimum ungu, sum skulu seta føtur undir egið borð í Føroyum. Men hetta er eisini fyri at hjálpa vinnufyritøkum, ikki minst teimum smærru fyritøkunum, sum stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin. Og í hesum sambandi hevur hon nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at lækka tinglýsingargjaldið niður í helvt. Tinglýsingargjald verður kravt, tá ið tá ið fólk byggja ella keypa bústað, tá ið veð verður tinglýst í eini ogn í sambandi við lántøku, og í ymsum øðrum førum.
Núverandi tinglýsingargjald er eitt present av virðinum, men nu mælir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur til at lækka tað niður í helvt, ella 0,5 prosent. Hon vísir á, at tinglýsingargjaldið var 0,5 prosent, men í desember í 2015 tvífaldaði samgongan tað upp í eitt prosent, og tað heldur hon er eitt haft um beinið á fólki og vinnufyritøkum.
– Tað er ikki óvanligt, at sethús í dag kosta tríggjar milliónir. Ofta eru tað ungar barnafamiljur, sum byggja ella keypa hús og íbúðir og tey fáa tískil eina eyka rokning upp á 15.000 krónur.
– Hetta er eitt eyka vælkomugjald til tilflytarar, samstundis sum vit vilja hava fólkavøkstur. Ætlanirnar um fólkavøkstur eru góðar, men tað er skeivur vegur at røkka málinum at halda fram at hækka avgjøld á tey, sum skulu seta búgv, sigur hon.
– At lækka tinglýsingargjaldið hevði lætt um hjá øllum, sum skulu seta búgv, byggja ella keypa bústað. Hevði eisini lætt um hjá vinnuni, sum frammanundan rindar 100 tals milliónir krónur í avgjøldum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Hon væntar, at hetta fer at kosta landskassanum einar 25 milliónir um árið.