Hann lovaði tað í vár áðrenn hann vann forsetavalið og hann hevur endurtikið lyfti nú, eftir at hava vunnið forsetavalið. Donald Trump ætlar sær ikki at taka ímóti lønini sum forseti í USA. Forsetalønin er um 2,8 milliónir krónur um árið.
Í síni fyrstu samrøðu eftir at hann vann forsetvalið, í sendingini 60 minutes hjá CBS, varð Donald Trump spurdur, um hann enn stóð fast við, at hann ikki vildi hava løn fyri sítt stríð sum forseti.
Svarið frá valda forsetanum var, at sambært lóg var hann allahelst noyddur at taka ímóti einum dollara um árið, men at hann annars helt fast við lyfti, hann gav í vár - hann ætlar sær ikki at taka ímóti løn sum forseti. Ístaðin fer hann at geva peningin til vælgerandi endamál.
Hann er ikki fyrsti forsetin, sum ikki vil hava løn fyri sítt arbeiðið. Bæði John F. Kennedy og Herbert Hoover søgdu løn sína frá sær og góvu hana til vælgerandi felagsskapir. Eins og Donald Trump vóru teir báðir sera ríkir longu áðrenn teir gjørdust forsetar.
Teir eru annars nógvir leiðarar og stjórar, sum einans taka ein dollara í ársløn. Michael Bloomberg, fyrrverandi forseti í New York, Arnold Schwarzenegger, fyrrverandi guvernørur í Kalifornia, og Mitt Romney, fyrrverandi guvernørur í Massachusetts, vildu heldur ikki hava meiri enn ein dollara í løn.
Mark Zuckerberg, stjóri í Facebook, Larry Page og Sergey Bin, stjórar í Google og Meg Whitman, stjóri í Hewlett Packard, fáa øll somul eisini ein dollara í løn um árið. Tó so, stjórarnir hava fingið løn á annan hátt, so sum við partabrøvum og avrikságóðum.