Pakistanska gentan Malala Yousufzai, sum varð illa særd, tá limir í Taliban royndu at beina fyri henni, hevur biðið myndugleikarnar í Pakistan sleppa ætlanini at kalla ein nýggjan gentuskúla upp eftir henni. Malala heldur, at tað kann fáa Taliban ella aðrar yvirgangsfelagsskapir at gera seg inn á næmingarnar, um skúlin fær hennara navn.
Kamran Rehman, sum er talsmaður hjá pakistonsku stjórnini, segði í gjár, at Malala hevði ringt úr Bretlandi og biðið stjórnina broyta avgerðina.
Malala Yousufzai varð illa særd tann 9. oktober, tá vápnaðir menn royndu at beina fyri henni. Nakrar dagar seinni varð hon flutt á eitt sjúkrahús í Birmingham í Bretlandi, og har er hon enn.