Vil ikki vita av suðuroyingum

Sterki javnaðarmaðurin á Sandoy vil ikki hoyra talan um at leggja Sandoy og Suðuroy saman í eitt valdømi

- Sandoy og Suðuroy skulu ikki leggjast saman til eitt valdømi.
Tað er Gerhard Lognberg púra avgjørdur í.
Í gjár viðgjørdi Løgtingið ikki færri enn fýra uppskot um, hvussu nógv valdømi skulu vera í Føroyum.
Eitt av hesum uppskotunum eiga Hergeir Nielsen og Jógvan á Lakjuni úr formansskapinum í Løgtingum og endamálið við tí er at leggja Føroyar í fimm valdømi, har Sandoy og Suðuroy eru saman í einum valdømi.
- Ætlanin um at leggja Føroyar í fimm valdømi, har Sandoy og Suðuroy eru saman, er tað ringasta uppskotið av øllum.
- Tað er beinleiðis órættvíst at, tí tað tykist sum um, at endamálið við tí er at leggja veikasta øki í landinum undir eitt størri øki, sigur Gerhard Lognberg.
Honum hóvar heldur ikki uppskotið um at seta eina nevnd at viðgera valskipanina, tí tað skal vera Fróðskaparsetrið sum skal velja formannin og tað ræðist hann.
- Tað eru nettupp fólk haðani ið hava gjørt uppskotið um at skipa Føroyar í fimm valdømi og tí ræðist eg at seta eina nevnd, sum skuldi stýrast av umboðum, sum Fróðskaparsetrið valdi.

Sigur onki
Sjálvur er hann ein av teimum, sum hevur lagt uppskot fram um at skipa Føroyar í sjey valdømi.
Men hann sigur, at tað er ikki vist, at hann fer at atkvøða fyri sínum egna uppskoti.
- Eg havi ongantíð sagt, at eg fari at atkvøða fyri at gera Føroyar aftur til sjey valdømi.
- Hvussu eg atkvøði, fáa vit at síggja tá ið tað kemur so langt, at atkvøðast skal, sigur Gerhard Lognberg.
Hinvegin sigur hann eisini, at hann sera ivingarsamur um tað er rætt at alt landið skal vera eitt valdømi.