Vil kanna møguleikan fyri nýggjan fiskiskap undir Føroyum

Tað eru stór virði, sum ikki eru gagnnýtt enn, sigur løgtingsmaður

Tað er eitt fiskaslag undir Føroyum, sum ikki verður gagnnýtt, hóast talan er um stór virði. Tað vísir løgtingsmaðurin, Uni Rasmussen, úr Fólkaflokkinum, á. Fiskurin, hann hugsar um, er tunfiskur og nú vil hann hava Jacob vestergaard, landsstýrismann í fiskivinumálum, at greiða frá um ætlanin er gera nakað við hetta.

Tað er vanligt, at tann atlantiski tunfiskurin vigar eini 300 kilo og Uni Rasmussen heldur, at tað er ein møguleiki, vit eiga at troyta.

Tí spyr hann landsstýrismannin um hann heldur, at grundarlag er fyri at skipa fyri royndarfiskiskapi eftir tunfiski undir Føroyum og um ætlanin er at fara undir nakran slíkan fiskiskap.

– Vit eru fiskivinnutjóð, og eigur tað eisini at síggjast aftur í, hvussu vit gagnnýta okkara sjófeingi, sigur løgtingsmaðurin. Men hann vísir á, at tunfiskurin verður ikki gagnnýttur, hóast hann londini rundan um okkum hava veitt hann.

Í nítiárunum vórðu royndir gjørdar eftir tunfiski undir Føroyum og Uni Rasmussen vísir á, at altjóða stovnurin, ICCAT hevur eisini góðkent norska fiskiskapin eftir atlantiskum tunfiski.

Uni Rasmussen vísir á, at stovnurin av tunfiski er ógvuliga skiftandi og í fimmtiárunum og sekstiárunum fiskaðu norðmenn stórar nøgdir og tá vóru kvoturnar heilt upp í 15.000 tons.

So kom ein tíð, har eingin tunfiskur varð fiskaður, men nú er aftur nógv til av hesum tunfiski og okkara grannalond hava fiskað atlantiskan tunfisk í fleiri ár, sigur Uni Danielsen.