Vil kenna evropisku strategi’ina

Hergeir Nielsen fer á tingfundi í morgin at seta løgmanni fyrispurning um, hvørja strategi landsstýrið hevur lagt til tess at gerast ein sjónligari partur av evropiska samfelagnum.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður sagt, at rúm tíð er liðin, síðan løgmaður boðaði frá, at hann fór at royna fleiri Evropastrategiskar ætlanir Føroya vegna mótvegis handilssamgongunum EFTA og ES.
Hartil finst Hergeir Nielsen at, at einki uttanríkispolitiskt orðaskifti hevur verið í áravís – sum hann málber seg – og at eitt uppskot um EFTA-limaskap í fjør ikki kom til aðru viðgerð.