Vil loyva 17 ára gomlum at koyra bil í Føroyum

Landsstýrismaðurin í ferðslumálum er sannførdur um, at so fara tey at duga betri at koyra bil

Hendrik Old, landsstýrismaður í ferðslumálum, fer nú at kanna eftir um tað ber til at seta eina nýggj askipan í gildi í Føroyum, har eisini 17 ára gomul sleppa at koyra bil.

 

Sum nú er, skulu fólk vera 18 ár fyri at fáa koyrikort, men Hendrik Old sigur, at hann fer at kanna um politisk undirtøka er fyri at lata 17 ára gomul sleppa at koyra bil. Men um hann fær politiska undirtøku fyri tí, dugir hann ikki at siga enn.

 

Hendrik Old vísir á, at í Bretlandi hava tey ta skipan, at 17 ára gomul sleppa at koyra bil undir ávísum treytum.

 

Og tað er ein slík skipan, Hendrik Old kundi hugsað sær at sett í verk í Føroyum, har 17 ára gomul sleppa at koyra bil undir ávísum treytum.

 

Ein treyt verður, at eitt tilkomið fólk, sum hevur havt koyrikort í eitt ávíst áramál, er við í bilinum. Samstundis skal bilurin eisini hava eitt týðiligt frámerki, sum vísir, at bilførarin er í læru sum bilførari.

 

Hendrik Old vísir á, at í Noregi verður eisini arbeitt við at seta eina slíka skipan í gildi og hann heldur eisini, at tá tey í Bretlandi hava varðveitt hesa skipanina í fleiri ættarlið, má tað vera tí at tey hava góðar royndir av henni og meta, at hon er til gagns.

 

Hendrik Old ásannar, at ungfólk eru ómetaliga nom, og hann ivast ikki í, at tey, sum læra at koyra bil, 17 ára gomul, fara eisini at duga nógv betri at koyra bil, tá ið tey eru 18 ár og fáa ordiligt koyrikort.

 

Annars hevur eisini nógv verið tosað um at gera eina hálkubreyt, men tað eru ymsar meiningar um, hvussu gagnligar, tær eru.

 

Summi halda, at tær eru hentar at læra bilførarar at koyra á vátum vegi, ella á hálum vegi. Men tað eru eisini fleiri serfrøðingar sum halda, at tað gevur bilførarum eina falska trygd at koyra á hálkubreyt, tí vandi er fyri, at bilførarar, sum, hava vant á hálkubreyt, yvirmeta síni evni at koyra bil, og sostatt koyra teir skjótari enn teir annars høvdu gjørt.

 

Sjálvur hevur Hendrik Old ikki nakra avgjørda meining um hetta, men hetta er ein spurningur, hann fegin vil hava greiði á, áðrenn farið verður víðari við tí málinum.

 

Hinvegin vísir hann á, at ein hálkubreyt er ikki heilt bílig og hon kostar eisini at reka hvørt ár, so verður farið undir eina slíka í Føroyum, skal vissa helst vera fyri at hetta er tað rætta, sigur landsstýrismaðurin.