Vil loyva vakmyndatólum á almennum støðum

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í lógarmálum, er sinnaður at leggja uppskot fyri Løgtingið so at tað verður loyvt at seta vakmyndatól upp á almennum støðum fyri at hjálpa løgregluni at uppklára brotsverk.

 

Tað sigur hann við in.fo

 

Kjakið um vakmyndatól hevur aftur tikið seg upp, eftir at Tórshavnar hevur fingið loyvi frá Dátueftirlitinum at seta nøkur vakmyndatól upp við listarverk, sum kommunan varar av, fyri at forða fyri herverki.

 

Skuldi onkur standmynd verið fyri herverki, er tað bara løgreglan, sum sleppur at hyggja at upptøkunum

 

Men bæði Løgreglan og Tórshavnar Kommuna hava viljað sloppið at seta vakmyndatól upp í Klubbagarðinum, í Steinatúni og øðrum almennum støðum í Havn, við tí endamáli at uppklára harðskap og onnur brotsverk.

 

Men í hesum sambandi hevur Dátueftirlitið gjørt greitt, at kommunur mugu ikki hava atgongd til upptøkur av almennum støðum, av tí at uppkláring av kriminaliteti er uppgávan hjá løgregluni.

 

- Trupulleikin er bara tann, at persónsupplýsingarlógin fevnir ikki um danskar myndugleikar í Føroyum, sum løggreglan jú er.

 

Spurningurin um at seta vakmyndatól upp í Havn hoyrir undir  “Lov om offentlige myndigheders registre”.

 

Dátueftirlitið heldur ikki, at tað er ráðiligt at seta vakmyndatól upp við einari ótíðarhóskandi lóggávu á økinum.

 

Dátueftirlitið mælir tískil til at dagføra ríkislóggávuna á økinum, so at hon eisini er galdandi fyri danskar myndugleikar í Føroyum.

 

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sigur, at honum kunnugt er eingin umbøn komin til innlendismálaráðið um málið.

 

Hetta er heldur ikki eitt mál, sum Innlendismálaráðið hevur tikið upp av sínum eintingum.

 

Men hann leggur afturat, at kemur ein áheitan á hann um at dagføra lógina, so at tað verður lógligt at seta fleiri vakmyndatól upp, er hann avgjørt sinnaður til tað.

 

- Soleiðis, sum tíðirnar eru vorðnar við harskapi og brotsverkum, er tað helst neyðugt at bøta um eftirlitið, heldur hann.

 

Hann heldur, at vakmyndatól á almennum støðum kunnu hjálpa løgregluni at uppklára brotsverk.

 

- Men tey kunnu avgjørt eisini verða fyribyrgjandi og kunnu sostatt eisini verða ein trygd hjá hampafólki.

 

Samstundis er hann sannførdur um, at øll hampafólk við góðari samvitsku, høvdu als einki havt ímóti at vakmyndatólk verða sett upp at uppklára og fyribyrgja lógarbrotum.

 

- Tað er bara løgreglan, sum sleppur at hyggja at upptøkunum, um so er, at lógin er brotin.

 

- Kemur ein áheitan á meg um tað, eri eg avgjørt sinnaður at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina, so at vakmyndatól verða loyvd, sigur hann.

 

- Eg haldi, at vit eiga at fylgja tíðini og royna at verja borgaran, so frægt við kunnu, og vakmyndatól eru avgjørt eisini ein tænasta til vanlig hampafólk.

 

Hann sigur, at slíkar upptøkur kunni eisini brúkast í royndunum at spora og finna fólk, sum verða burtur.

 

- Tað er ein veldugur tryggleiki hjá vanligum fólki at vita, at ávís støð eru undir eftirliti.