Jan Muller úr Oslo
Hetta sigur norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevig eftir fundin við Anfinn Kallsberg, løgmaður í Oslu mánadagin
Norski forsætisráðharrin heldur ikki, at Noreg og Føroyar eru ósamd um stórvegis og vónar hann, at tað ber til at fáa eitt gott samstarv á ikki bert fiskivinnuøkinum, men eisini á oljuøkinum
Uppá fyrispurning hvussu tað ber til, at norðmenn júst mú gera so nógv burtur úr føroyingum við eitt nú at bjóða løgmanni at vitja ikki færri enn 5. ráðharran og kong sigur Kjeld Magne Bondevig, at einki løgið er í hesum
Vit hava gomul søgulig bond at røkja, ja heilt aftur frá 800 talinum, og bæði londini hava sera týðandi ressursir í havinum og í undirgrundini, sum vit fegnir vilja samvinna um
So talan er ikki um annað enn at hava góð viðurskifti við sín granna ñ at vit hava gjørt eina so fjølbroytta skrá fyri løgmann.
Markið
Norski forsætisráðharrin duldi ikki fyri eftir fundin við løgmann, at teir hava tosað nógv um olju og markið við Bretland
Vit síggja, at eisini føroyingar hava marknatrupulleikar við eitt grannaland, og tað er sjálvandi týdningarmikið fyri komandi oljuleiting við føroyar, at hesar samráðingar verða loystar. Vit hava sjálvir líknandi samráðingar við russar um markið í Barentshavinum
Kjell Magne Bondevig vildi á tíðindafundinum eftir samráðingarnar við løgmann ikki gera viðmerkingar til, um hann hevði givið løgmanni góð ráð at brúka í marknatrætuni við bretar
Anfinn Kallsberg sigur í hesum sambandi, at føroyingar og norðmenn hava gjørt eina skilagóða avtalu um markið millum londini, og hon er ein miðlinja
Anfinn Kallsberg, løgmaður er annars sera fegin um at hava fingið høvið at vitja Noreg
Hann sigur, at nú oljan er vorðin aktuell í Føroyum eisini, er greitt, at samvinnan við norðmenn kann víðkast til at fevna um annað enn bara fiskivinnu.
Fylgja væl við
Anfinn Kallsberg sigur, eftir fundin við norska forsætisráðharran, at tað er greitt, at norðmenn fylgja sera væl við í tí, sum fer fram í Føroyum og her ikki minst á oljuøkinum
Hetta kom longu til sjóndar á fundinum eg hevði við Harald Kong. Hann var sera áhugaður fyri viðurskiftunum í Føroyum og hevði nógv gott at siga um viðurskiftini millum londini. Men hann vísti ikki minst áhuga fyri, hvussu tað gongur við oljuvirkseminum og annars við marknaspurninginum
Anfinn Kallsberg sigur annars, at tað er greitt, at júst oljan tykist at vera ein afturvendandi spurningur í øllum samráðingunum og tað sýnist sum at politiska skipanin hevur tikið til eftirtektar, at norska vinnan hevur stóran áhuga fyri føroyska økinum
So stórur er áhugin fyri eini komandi oljuvinnu við Føroyar, at bæði kongur og fleiri av ráðharrunum høvdu hann á lofti. ñEg ivist ikki í, at hetta málið hevur høgan prioritet, tí tað hevur eydnast eini heilari stjórn við kongi á odda at taka upp henda spurningin upp og taka ímóti Føroya løgmanni
Løgmaður vísir heldur ikki aftur, at tað er norska oljuvinnan, sum hevur verið medvirkandi til at fáa hesa vitjanina í lag.-Tað er ikki óvanligt, at politikkar handla eftir teimum signalum sum koma, og tá tað er uppgávan hjá politikarunum at skapa fyritreytir fyri vinnuni
Tað er tí ikki so løgið heldur, at hetta eisini hendir í hesum málunum.
Samstarv
Anfinn Kallsberg vísir annars á, at tendensurin er samarbeiði frá øllum síðum og hevur hann eisini fingið áheitan frá íslendingum um víðkað samarbeiði millum Føroyar , Ísland og Grønland.
-So eg trúgvi, at vit politiskt eru komnir hartil, at tað er neyðugt at samstarva tvørtur um landamørk, og henda vitjanin er ein partur av tí
Løgmaður sigur, at vit mugu ansa eftir ikki at isolera okkum, tí gera vit tað er ein vandi fyri, at vit detta niðurímillum, men tað er eins umráðandi at vit vera við í útviklinginum uppá okkara egnu premissur
Anfinn Kallsberg vísir á, at spurningar um EU hava eisini verið frammi í prátinum við forsætisráðharran. Hann vísir á, at bæði norðmenn og íslendingar hava serstakar avtalur við EU, og hetta mugu føroyingar eisini fáa. ñ Gera vit einki, so endar tað heilt galið hjá okkum
- Eg havi nevnt á fundinum her í Oslo, um tað ikki hevði borið til hjá okkum føroyingum at fingið eitt samstarv við Ísland og Noreg innan fyri EFTA. Tað er sjálvandi ein spurningur sum fyrst og fremst skal avklárast við donsku stjórnina, men eg havi reist málið her fyri at kunna venda aftur til tað seinni
Anfinn Kallsberg vísir á, at norðmenn undir fundun um í Oslo ikki hava havt nakað ítøkiligt boð uppá, hvat føroyingar eiga at gera
-Men nú hava norðmenn traditiónir fyri at klára seg væl í marknastríðnum eitt nú við bretar og teir fingu eitt miðlinjumark í sambandi við undirgrundina, hevur tú so ikki fingið okkurt gott ráð frá teimum?
-Teir hava ikki givið okkum nøkur góð ráð á økinum, hóast eg havi vent hesum spurninginum.
Nýggj oljukelda
Noreg í mun til Føroyar hava eina heilt aðra støðu tá tað snýr seg um samráðingar um mark, serliga tá prinsippið um strandalond kemur inn í myndina. Har eru vit nógv verri fyri og tí kunnu vit ikki rættliga brúka teirra argumentir
Løgmaður sigur annars, at hann hugsar nógv um marknatrætuna við bretar. ñEg eri komin til eina niðurstøðu, hvussu farast kann fram. Tað verður arbeitt við málinum og uttanlandsnevndin skal eisini kunnast og takast við í hesum stóra máli. Meira kann eg ikki siga nú
Uppá fyrispurning um tað er ein fyrimunur fyri føroyingar ella ein vansi, at tað er funnin ein nýggj oljukelda við markið, sigur løgmaður, at hetta er ringt at meta um, men tað skuldi so gjørt økið meira áhugavert millum oljufeløg og skuldi helst eisini gjørt tað meira átrokandi millum bæði føroyskar og bretskar myndugleikar at funnið eina loysn, soleiðis at man kann fara í gongd sum skjótast
Uppá fyrispurning hvussu hann tulkar áheitanina frá bretska orkumálaráðharranum at fáa ein fund við føroyska starvsbróðurin sigur løgmaður, at hetta vísir, at bretar eisini eru áhugaðir í at fáa samstarv á oljuøkinum
-Nú eru oljuráðharranir ikki beinleiðis við í marknatrætuni men taka sær meira av vinnuni. Tað er klárt at bretska vinnan bretsku megin markið eisini er áhugað í, hóast tað eisini kemur ein vinna føroysku megin markið, soleiðis at ein kann samarbeiða við felags infrastrukturi, t.v.s. oljuleitingum, um olja og gass er í undirgrundini
Um vitjanin sum heild sigur Anfinn Kallsberg, at hann tekur innbjóðingina sum eina positiva ábending, at norðmenn eru áhugaðir í at fremja eitt samstarv á jøvnum føti og við virðing hvør fyri øðrum.
Norsku oljufeløgini stóran áhuga
Frá forsætisráðharranum gekk leiðin til olju- og orkumálaráðið, har løgmaður hitti norska ráðharran á økinum, Marit Arnstad
Hon vísir eftir fundin á, at norsku oljufeløgini hava stóran áhuga fyri føroysku undirgrundini og vilja vera við í leitingini, ikki minst tí føroyska økið er ein partur av sama jarðfrøðiliga økinum, sum er framvið Noregi
-Men norsku oljufeløgini bíða nú eftir at vita, hvat føroysku myndugleikarnir ætla á hesum nýggja øki
Hon sigur annars, at tað er upp til føroyskar myndugleikar at gera av, hvat skal henda, og tað verður so út frá hesum, at norsku feløgini gera av, hvat fíggjarliga er rætt hjá teimum at fyritaka sær
Hon vísir á, at oljufeløgini meta Føroyar sum eitt sera áhugavert øki
Á fundinum við norska oljuráðharran fekk løgmaður eitt gott innlit í, hvussu morðmenn hava borið seg at við at skipa oljupoltikkin til frama fyri norsk áhugamál og virksemið annars
-Eg haldi vit hava fingið nøkur góð ráð, sum vit sjálvandi fara at viðgera
Løgmaður vil ikki í løtuni gera nakrar viðmerkingar til, hvørji krøv føroyingar fara og skulu seta norðmonnum, um teir ætla sær at vera við í eini føroyskari oljuvinnu
-Tað er ov tíðliga at siga nakað um enn. Fyrst mugu vit finna olju, áðrenn vit set nakrar treytir. Tað eru jú útboðini av økjum, sum treytir skulu setast í og einki annað.