Løgtingsval
Gerhard Lognberg er ovfarin av valúrslitinum. Hann fekk flestar persónligar atkvøður i Sandoynni, har Javnaðarflokkurin gjørdist størsti flokkur. Samstundis gjørdist Gerhard Lognberg tann, sum í mun til atkvøðutalið í valdøminum fekk flestar persónligar atkvøður í øllum landinum.
?Hevði Javnaðarflokkurin havt líka gott val allastaðni sum á Sandoynni, hevði staðið væl til, sigur hann.
Gerhard Lognberg sigur, at hann væntar, at tað verður trupult at koma uttan um Javnaðarflokkin, tá samgonga skal skipast. Og hann dylur ikki fyri, at hann ætlar sær at gera sína ávirkan galdandi í tinginum til frama fyri Sandoyar valdømi.
?Kemur tað hartil, at vit sleppa í eina samgongu, vil eg liggja framvið at fáa tað við í eitt samgonguskjal, sum eg er valdur uppá, sigur nýggi sandoyartingmaðurin.
Hann nevnir eitt nú umstøðurnar í Skúvoy, sum avgjørt mugu betrast, eins og eitt aliloyvi á Sandsvág liggur frammalaga á listanum.
Men tunnilin til Dals eigur kortini at vera fyrst, heldur hann, og síðan eigur at verða farið undir at kanna umstøðurnar viðvíkjandi undirsjóvartunli til Sandoynna.
?Eg veit væl, at tað verður ikki nakað, sum gjørt verður beinanveg, men kanningarnar eiga kortini at verða gjørdar, so vit vita, um tað er realistiskt at hugsa um tað í framtíðini, sigur Gerhard Lognberg.
Hann vísir á, at Sandoyggin hevur altíð ligið eftir, tá býtt hvur verið út av almennum arbeiðsplássum. Eitt nú, tá umsitingin varð løgd út ymsastaðni. Í Sandoynna kom einki, og tað heldur nýggi javnaðartingmaðurin í oynni, at nakað má gerast við.
Gerhard Lognberg sigur, at hann í løtuni ongar hugsanir hevur um, hvussu verður við eini samgongu. Hann er nývaldur og partur av einum flokki, og tað man formaðurin fara at úttala seg um, heldur hann.
Gerhard Lognberg væntar gott samstarv við hin tingmannin úr Sandoynni í komandi valskeiði, sigur hann. Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldisflokkinum, varð afturvaldur sum seinni tingmaðurin fyri Sandoynna.