Í síðstu viku fór eitt skriv frá Fíggjarmálaráðnum til bretsku skattamyndugleikarnar. Skrivið er ein áheitan frá landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Bárði Nielsen, á bretsku skattamyndugleikarnar um at koma til samráðingar um eina dupultskattaavtalu.
? Høvuðsmálið hjá okkum er at fáa dupultskattin burtur. Tað er órímiligt, at bretar, ið koma hendavegin, ella føroyingar, sum leita sær til Bretlands í arbeiðsørindum, skulu gjalda skatt tvær ferðir av somu pengum, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður.
Hann hevur sett sær fyri at fáa Føroyum dupultskattaavtalur við lond, ið føroyingar hava nógv samstarv og samskifti við. Samráðingaráheitanin til Bretlands er fyrsta stigið á hesi leið.
Fundur var í Fíggjarmálaráðnum í síðstu viku, har Bárður Nielsen greiddi umboðum fyri vinnuni frá sínum ætlanum á skattaøkinum. Landsstýrismaðurin greiddi eisini frá áheitanini á bretar. Vinnuumboðini søgdu seg vera væl nøgd við stigið hjá landsstýrismanninum, og tey mettu tað eisini hava stóran týdning at fáa avtalur við tey lond, vit hava mesta samskiftið við.
Á fundinum greiddu eisini serfrøðingar á Toll- og Skattstovu Føroya vinnu-umboðunum frá, hvussu skattaavtalur eru skipaðar og hvørjar upplýsingar, umsitingin ynskir frá vinnuni, árenn samráðingarnar byrja.
Dupultskattaavtalur hava tvey høvuðsendamál. Í fyrsta lagi skulu tær tryggja, at borgarar og fyritøkur ikki koma at gjalda dupultan skatt, tá arbeitt verður í tveimum londum. Hitt endamálið er, at borgarar og fyritøkur hava fulla greiði á skattligu avleiðingunum, tá tey taka avgerð um at fara undir virksemi í øðrum landi.